Víkingur skal hóskvøldið spæla Conference League í Garðabær móti Stjarnuni. Hópurin við fylgi fór til Íslands mánadagin og vandi í gjár á leikvøllinum í Reykjavík-útryðuni.
![]()
Á veg í Íslands-flogfarið í Vágum mánamorgunin (Mynd: Víkingur)
![]()
Aron Benjaminsen og hinir til venjing í Garðabær í gjár (Mynd: Víkingur)
Stundir eru eisini til annað, og av tí at "navnin" hjá Víkingi í íslendska høvuðsstaðnum, Víkingur Reykjavík (Víkingur Fótbolti), spældi Champions League-dyst, var upplagt at fara á Safamýri.
Gunnar Vatnhamar hevur verið profilur hjá liðnum, sum aftur er íslendskur meistari, síðani Víkingur Fótbolti keypti sterka landsliðsmiðverjan úr Víkingi í apríl 2023.
31-ára gamli miðverjin skuldi sjálvandi byrja inni, tá Víkingur tók ímóti ungarska meistaraliðnum. Nógvir føroyingar vóru til reiðar á fullsettu áskoðaraplássunum, men undir upphitingini gjørdist Gunnar Vatnhamar tíverri skaddur.
Harvið noyddist hann at hyggja at, meðan liðfelgarnir vunnu 1-0 á Györi ETO. Vandamikli danski áleyparin, Nikolaj Hansen, skoraði sigursmálið í yvirtíðini, og harvið hevur íslendska Víkingur ein fyrimun undna seinna dystinum.
![]()
Mynd: Víkingur
Spælt verður aftur týsdagin 14. juli í Ungarn. Óvist er, um Gunnar Vatnhamar kann spæla tá ella ikki. Taparin av uppgerðini skal spæla móti taparanum av KÍ-Bissen í 2. umfari í Conference League. Vinnarin fer sjálvandi víðari í Champions League.
Sí eisini: Føroyameistararnir hava fyrimunin eftir fyrsta dystin
Føroyska Víkingur spælir móti Stjarnuni í morgin, hóskvøldið 9. juli, klokkan 20. Dysturin kann stroymast á SolidSport.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald