Eftir 27 dagar á rað við HM-fótbólti er nú frídagur.
Byrjað verður tó longu aftur í morgin, tá Frakland og Meksiko hittast í Foxborough. Seinastu dystirnir í Kanada og Meksiko eru spældir, og allar vertstjóðirnar eru úti. Frá nú av verða allir dystirnir spældir í USA.
Ein uppgerð er fríggjakvøldið, ein leygarkvøldið og ein sunnunáttina. Fyri tey flestu her um leiðirs, er krossur settur í kalendaran til leygardagin 11. juli klokkan 22: Tá bresta Noreg og Ongland saman í Miami.
Eftir áttandapartsfinalurnar eru, eins og í HM 2022, Argentina og Marokko umframt evropeisk lið eftir. Í mun til tá, eru Kroatia, Niðurlond og Portugal skifti út við Beliga, Noreg og Sveis
Hósdagin 9. juli
21.00: Frakland - Marokko - Foxborough, USA
Fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia - Los Angeles, USA
Leygardagin 11. juli
22.00: Noreg - Ongland - Miami, USA
Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis Kansas City, USA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald