Hondbóltur

U20: Júst ov óskarpir móti Serbia

Føroyar vóru á odda við trimum málum í steðginum í fyrsta EM-dystinum, men Serbia kom skjótt aftur og vann við einum í spennandi dystum. Nógv gott í føroyska avrikinum men megnaðu ikki at steðga serbiska liðformanninum.

Jákup Egholm spældi ein frálíkan dyst við tólv málum og góðum verjuavriki í fleiri løtum (Mynd: FRH)

Jákup Egholm spældi ein frálíkan dyst við tólv málum og góðum verjuavriki í fleiri løtum (Mynd: FRH)

2026-07-08 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá gott út í Cluj-Napoca í 1. hálvleiki. Føroyar spældu stóran partin av tíðini góðan álopshondbólt, revsaði mistøk hjá Serbia og høvdu neyðugu bjargingarnar og góðu verjustøðurnar til, at bert trý mál vóru á muni í steðginum.

Seinni hálvleikur byrjaði við, at Bjarni Gunnarson Jacobsen bjargaði væl, VÍF-málverjin stóð samanlagt væl við 11 bjargingum.

Síðani fekk Serbia eina útvísing og reytt kort - báðar ljótu takklingarnar kundu givið reytt kort. Men Føroyar gagnnýttu ikki 6 móti 4 í tveimu mførum, og ágangandi serbiska liðið vann fyrstu seks minuttirar eftir steðgin 3-0.

So var púra javnt, og skjótt løgdu Uros Stankovic og Serbia seg á odda. Føroyar høvdu ógvuliga torført við at steðga serbiska liðformanninum á høgra bakki. Stankovic skeyt ellivu mál, og Serbia var á odda restina av dystinum.

Jákup Egholm skeyt tólv mál, og serliga føroysku bakkarnir skoraðu nóg mikið av málum fyri at Føroyar hingu í. Rúnar Hammer og Pauli Rasmussen høvdu síni brendu skot men sanniliga eisini síni upplegg og mál; teir vunnu fleiri 1 móti 1 støðum og brotskøst.

Liðið vísti góðan hugburð og skoraðu nógv góð mál, saman við at verjan vísti størri fysikk, og at Bjarni helt fram at pilka skot inn ímillum.

Føroyar kom niður á 30-29. Men so fór Serbia líka frá aftur, og munurin gjørdist eitt mál at enda. Harvið skulu Føroyar vinna hinar báðar bólkadystirnar fyri at koma víðaðri úr bólkinum

U20 EM, Bólkur B
1. umfar - mikudagin 8. juli
Føroyar - Serbia 31-32 (17-14)

Føroyskur toppskjútti og dagsins spælari: Jákup Egholm, 12 mál 

Fleiri hagtøl síggjast her

Føroyar spæla annan dystin í bólkinum klokkan 12.30, tá Turkaland er mótstøðuliðið. Turkaland tapti 50-32 fyri Sveis í dag, og Føroyar eru favorittar har. 

Til ber at stroyma á Portalinum og lurta á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder