Hondbóltur

U20 EM: Dystur nummar tvey er móti Turkalandi - tvey stig skulu til

Dagsins mótstøðulið tapti 50-32 fyri Sveis í gjár. og Føroyar skulu vinna fyri at hava veruligan møguleika at koma víðari úr bólkinum. Til ber at stroyma á Portalinum frá klokkan 12.15 og lurta á FM1,.

Føroyingar spældu ein flottan fyrra hálvleik móti Serbia og stríddust væl, men tað rakk júst ikki til stig. Harvið er ein sigur eitt krav í dag, um Føroyar skulu víðari úr bólkinum (Mynd: FRH)

Føroyingar spældu ein flottan fyrra hálvleik móti Serbia og stríddust væl, men tað rakk júst ikki til stig. Harvið er ein sigur eitt krav í dag, um Føroyar skulu víðari úr bólkinum (Mynd: FRH)

2026-07-09 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingar spældu ein flottan fyrra hálvleik móti Serbia mikukvøldið og stríddust sum heild ógvuliga væl, men tað rakk júst ikki til stig (31-32).

Sí eisini: Júst og óskarpir móti Serbia

Myndir frá dystinum

Nummar tíggju í HM-endaspælinum hjá árgangunum í 2025 (tá U19)  fór harvið avstað við tveimum stigum. Tað gjørdi Sveis eisini móti Turkalandi. Ikki óvæntað; men tó heldur merkisvert, at tað endaði 50-32 eftir 20-19 í steðginum.

Ein løgin dystur, og í dag skulu Føroyar eisini gera bart móti Turkalandi: Tað er neyðugt at vinna á lægst styrkismetta liðnum í bólkinum fyri at framhalandi hava veruligan møguleika at fara víðari frá bólkinum.

Ikki nógvir tímar hjá føroyska liðnum at koma fyri seg. Longu tíðliga seinnapartin okkara tíð skulu U20-menninir aftur í eldin Rumenia.

Til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum

U20 EM, Bólkur B
2. umfar - hósagin 9. juli
12.30: Føroyar - Turkaland 

Portalurin stroymir frá klokkan 12.15. Pætur Nolsøe sigur frá. Viðmerkjari verður Tormóður Petursson Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder