Í sambandi við Vestanstevnu í Miðvági um vikuskiftið, verður í morgin, fríggjadagin 10. juli skipað fyri Vestanstevnurenning í bygdini.
Vestanstevnurenning er árliga rennikappingin, sum Ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri í samband við vestanstevnu.
Renningin er bæði fyri børn og vaksin.
Byrjað verður við miðstaðarøkið, og runnið verður út á Bakka og aftur. Hendan rutan verður runnin tríggjar ferðir av teimum vaksnu, og er í alt 5,4 kilometrar. Børnini renna styttri teinar á somu rutu. Tey yngstu 400 metrar og tey eldru 800 metrar, skrivar Ítróttarfelagið Frælsi.
Bólkarnir eru:
- Menn, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
- Kvinnur, veteranar og superveteranar, ultraveteranar
- Unglingar gentur og dreingir árgang 2008-2011
Børn:
- 2012-2014
- 2015-2017
- 2018-2024
Heiðursmerki verður latið til trý tey fremstu í hvørjum bólki.
Tilmelding til vestanstevnurenningina kann gerast á atgongumerki.fo seinast hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald