Fótbóltur

Mótstøðuliðið hjá NSÍ roynir nú aftur at seta kósina móti Føroyum

Leiguflogfarið stendur at fara úr Bergen nú klokkan 10 føroyska tíð - tó er enn óvist, um tað fær lent í Vágum klokkan 11.30. Dysturin stendur framvegis at byrja klokkan 19.45 í kvøld.

Hamrun Spartans áðrenn fráferð av sólríka Malta mikumorgunin. Teir eru framvegis ikki komnir fram í Føroyum (Mynd: Hamrum Spartans)

Hamrun Spartans áðrenn fráferð av sólríka Malta mikumorgunin. Teir eru framvegis ikki komnir fram í Føroyum (Mynd: Hamrum Spartans)

2026-07-09 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðalagið hjá Hamrun Spartans var strandað í Bergen stóran part av mikudegnum, og skuldi møta aftur á norska flogvøllinum aftur í morgun klokkan sjey lokala tíð.

Men heldur ikki tá fór flogfarið avstað. 

Á heimasíðuni hjá Bergen airport stendur fráferðartíðin nú at vera klokkan 11 norska tíð - klokkan 10 føroyska tíð - og Portalurin fekk upplýst fyri løtu síðani, at ferðalagið hjá Hamrun Spartans var á veg umborð á Trade Air-flogfarið.

Sambært fae.fo skal flogfarið lenda klokkan 11.30.

Spurningurin er so, um tað fer at eydnast. Sambært tølunum og upplýsingunum úr Vágum, fer tað at vera lættari hjá leiguflogfarinum at lenda seinnapartin. Serliga eftir klokkan 15.

[object Object]

Um so er, at Hamrun Spartans-hópurin lendir sum ætlað áðrenn døgurða, er eingin forðing fyri, at dysturin kann spælast klokkan 19.45.

Sum skilst er hetta einasta royndin, sum verður gjørd í dag. Maltasport skrivar, at annars verður kósin sett móti Malta aftur.

Hetta hóast maltasport.mt, sum er við á ferðini, millum annað skrivar um "frustreraðir spælarar sum ikki kunnu hugsavna seg um taktikk og hvíld".

Hetta eru sjálvandi ikki tær bestu fyritreytirnar hjá Hamrun Spartans-hópinum, men tað hevði hjálpt at roynt at komið til Føroya áðrenn mikumorgunin; ella nýtt Atlantic Airways, hvør flogfør øll kunnu lenda.

UEFA hevur heimild til at útseta dystin í minst 24 tímar, og í maltesisku leguni er ynskir at flyta Conference League-dystin til fríggjakvøldið.

Dagført: 10.05

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta)

FM1 sigur frá dystinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder