Fótbóltur

Staðfest: NSÍ og Hamrun Spartans spæla í kvøld

UEFA hevur tikið endaliga avgerð um, at fyrsta bríksl verður klokkan 19.45, hóast mótmæli úr maltesisku leguni, sum kom til Føroya stutt fyri middag. FM1 sigur frá dystinum, og til ber at fylgja við á Portalinum.

Hópurin hjá Hamrun Spartans kom til Føroyar, tá roynt varð í aðru syftu. Liðið lendi umleið átta tímar fyri dystarbyrjan (Mynd: maltasport.mt)

Hópurin hjá Hamrun Spartans kom til Føroyar, tá roynt varð í aðru syftu. Liðið lendi umleið átta tímar fyri dystarbyrjan (Mynd: maltasport.mt)

2026-07-09 14:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ivamál hevur verið um Conference League-dystin millum NSÍ líka síðani leiguflogfarið við Hamrun Spartans-hópinum ikki fekk lent í Vágum týsdagin.

Men stutt fyri middag eydnaðist hetta, og nú er endaliga greitt, at fyrsta bíksl verður klokkan 19.45 í kvøld, hósdagin 9. juli, í Klaksvík. 

Hetta skrivar bolt.fo, og Hamrun Spartans hevur á Facebook-síðu sínari eisini staðfest tað: "Game on".

Les eisini: Hamrun Spartans eru lendir í Føroyum

Teir hjá Hamrun Spartans hava annars gjørt púra greitt, at ynski er at útseta dystin. Hetta tí at umstøðurnar langt frá hava verið optimalar, í mun til ferðing og bíðitíð.

Ferðalagið var veðurfast í Bergen í eitt lítið samdøgur, og sum Karstin Joensen sigur við FM1, so hava teir hiðani samskift nóg nógv við UEFA.

Tað rínur tó ikki við: Dómarar og UEFA-umboðsmaður vóru tíðliga í Føroyum, og støða er tikið til, at tað er ríkiligt at tíð at lenda í landinum átta tímar áðrenn dystarbyrjan. UEFA hevur annars heimild til at útseta ein dyst í upp til 24 tímar vegna serligar umstøður.

Harvið eitt slag av fyrimuni hjá NSÍ, sum helst skal vinna heimadystin. 

FM1 og Portalurin eru til reiðar. Vit siga frá dystinum á FM1 og hava nógv annað tilfar á Portalinum.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ -  Hamrun Spartans (Malta)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder