Í gjár bórust tíðindi í donskum og her í føroyskum miðlum um, at Martin Agnarsson skuldi til svenska meistaraliðið, Mjällby. Har er Áki Samuelsen í hópinum.
Sí eisini: Martin Agnarsson seldur til svensku meistararnar og steypavinnararnar
Aarhus Fremad segði ja til eitt tilboð, sum sambært tipsbladet hevði eitt virði á 2,6 milliónir krónur.
Martin Agnarsson fór til Svøríkis í gjár og hevur nú skrivað undir sáttmála í Svøríki. Sum skilst er hann galdandi í trý og eitt hálvt ár, og verður Martin Agnarsson kunngjørdur í Mjällby seinni í dag.
22-ára gamli vongverjin fekk stórt gjøgnumbrot á landsliðnum í 2025 og hevði eitt frálíkt ár fyri Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini.
Nú tekur skjóti og ágangandi havnarmaðurin stigið upp - til Allsvenskan.
Martin Agnarsson verður í gjøgnum í tíðindunum á FM1 klokkan 17. Lurta her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald