Hondbóltur

Filip Haldansen dagsins maður í stórsigrinum - Jákup Egholm millum toppskjúttarnir í EM

Filip Haldansen kom inn móti Turkalandi og skoraði uppá øll síni sjey skot. Jákup Egholm gjørdist aftur føroyskur toppskjútti og hevur skorað tjúgu mál í endaspælinum - triðflest av øllum. Bjarni Gunnarsson Jacobsen bjargaði aftur yvir tíggju skotum.

Høgi høgri bakkurin avloysti Paula Rasmussen eftir tjúgu minuttir og fór beinanvegin í gongd at skjóta mál og at annars skapa trupulleikar fyri turkar. Filip Haldansen var 100 prosent í skotum og spældi annars ógvuliga væl (Mynd: AVA Photography)

Høgi høgri bakkurin avloysti Paula Rasmussen eftir tjúgu minuttir og fór beinanvegin í gongd at skjóta mál og at annars skapa trupulleikar fyri turkar. Filip Haldansen var 100 prosent í skotum og spældi annars ógvuliga væl (Mynd: AVA Photography)

2026-07-10 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U20-menninir vunnu hósdagin tryggan sigur á Turkalandi í øðrum EM-dystinum.

Les meira: Tryggur sigur á Turkalandi - spæla um víðari luttøku leygarkvøldið

Føroyar roteraðu nógv, og tólv ymiskir spælarar komu á máltalvuna. Millum annað annar málverjin, Ingi Johannesen, sum setti punktum við máli nummar 40, tá hann kastaði í tómt mál.

Hin málverjin hevur staðið tveir góðar dystir í Rumenia: Bjarni Gunnarsson Jacobsen hevur bjargað yvir tíggju skotum í báðum EM-dystunum, samanlagt 23 skotum í endaspælinum. Hósdagin hevði vestmenningurin eitt bjargingarprosent á 38, og Bjarni Jacobsen verður týðandi í avgerandi bólkadystinum móti Sveis í morgin.

Sí eisini: Sveis vann stórsigur móti Serbia - Føroyar skulu vinna á Sveis leygarkvøldið

[object Object]Bjarni Gunarsson Jacobsen stórfegnast um eina av sínum ellivu bjargingum, hann hevði uppá 40 minuttir móti Turkalandi 

[object Object]Her fegnast málverjin saman við Rúnar Hammer, sum hevur flest føroysk upplegg eftir tveir teir fyrstu dystirnar (Myndir: AVA Photography)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Ein annar VÍF'ari, Filip Haldansen, varð kosin besti spælari hjá Føroyum móti Turkalandi. Og ikki nakað løgið í tí. 

Høgi høgri bakkurin avloysti Paula Rasmussen eftir tjúgu minuttir og fór beinanvegin í gongd at skjóta mál og at annars skapa trupulleikar fyri turkar. 

Filip sat aftur úti í byrjanini av 2. hálvleiki men kom inn aftur og helt á, har hann slepti. Samanlagt skoraði nummar 26 hjá Føroyum sjey mál.

Hetta var uppá sjey skot, og harvið hevði Filip Haldansen eitt skotprosent áljóðandi 100 - ógvuliga flott og tað vóru fleiri av málum hansara eisini. Millum annað ein flúgvari og okkurt av gjøgnumbrotunum.

 Umframt málini skapti Filip Haldansen stórt órógv, og vísti vestmenningurin seg at vera til reiðar at gera mun í EM-endaspælinum.

[object Object]
Filip Haldansen tók sanniliga av tí spælitíðini, hann fekk hósdagin (Mynd: AVA Photography)

Tað er Jákup Egholm sanniliga eisini. Hoyvíkingurin á vinstra vongi er á veg til bestu donsku deildini, og hann hevur higartil í EM víst hví.

Gamaní brendi Jákup trý skot í gjár, harav eitt frítt skot og eitt brotskast, men nummar 20 varð aftur føroyskur toppskjútti. Hetta við átta málum uppá teir 40 minuttirnar, hann spældi.

[object Object]

[object Object]
Nummar 20 hevur skorað 20 ferðir í tveimum dystum higartil í EM. Her sæst hann fegnast um eitt av sínum átta málum móti Turkalandi, har Jákup Egholm ikki spældi fullan dysti (Mynd: AVA Photography)

Jákup Egholm skoraði heili tólv ferðir, uppá 13 skot, móti Serbia hósdagin. Og samanlagt tjúgu mál gera, at føroyski vongurin er triðovastur á EM-toppskjúttalistanum eftir tvey tey fyrstu umførini.

Harafturat hevur tryggi H71'arin, sum skjótt spælir við TMS Ringsted, stóran leiklut, tá Føroyar dekka 5-1. Jákup Egholm skal aftur spæla ein stóran dyst móti Sveis leygarkvøldið, tá Føroyar spæla um at koma víðari í EM. Ein sigur er eitt krav.

Sí eisini: Sveis vann stórsigur móti Serbia - Føroyar skulu vinna á Sveis leygarkvøldið

Portalurin vísir dystin, og frásøgn hoyrist eisini á FM1. Vit byrja at senda klokkan 17.15 í morgin

--------------------------------------------------

U20 EM, Bólkur B
2. umfar - hósagin 9. juli
Føroyar - Turkaland 40-28 (21-14)

Dystargongdin:
10 min. 6-5
20 min. 13–8
30 min. 21–14
40 min. 27–18
50 min. 33–22
60 min. 40–28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 8 (2) 
Filip Haldansen 7 (Dagsins spælari)
Pauli Rasmussen 5
Rúnar Hammer 4
Lýðar í Dímun 3
William Napoleon Djurhuus 3
Jón Eyðunsson Midjord 2
Helgi Jakob Halldórsson 2
Fríði Holm í Innistovu 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Julian Joensen 1

Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 40 min. 11 bjargingar
Ingi Johannesen. 20 min. 1 mál og 3 bjargingar

Les eisini: Tryggur sigur á Turkalandi - spæla um víðari luttøku leygarkvøldið

Støðan Í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Sveis 4 stig
2. Serbia 2 stig
------------------
3. Føroyar 2 stig 
4. Turkaland 0 stig 

Tvey lið koma víðari til miðumfarið. Man fær stigini við sær, sum man fær móti hinum liðnum, ið kemur víðari.

3. og seinasta umfar:
Í morgin, leygardagin 11. juli
12.30: Serbia - Turkaland
17.30: Sveis - Føroyar (Portalurin og FM1)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder