Fyri steðgin móti Turkalandi, fóru føroysku U20-menninir av álvara frá, og flott mál vóru at síggja.
Sí eisini:
Tryggur sigur á Turkalandi - spæla um víðari luttøku leygarkvøldið
Filip Haldansen dagsins maður í stórsigrinum - Jákup Egholm millum toppskjúttarnir í EM
Millum annað var ein flúgvari, sum Filip Haldansen, ið skoraði sjey mál í stórsigrinum, hevði seinastu hond á.
- Sjampagnu- og sirkushondbóltur, staðfesti frásøgumaðurin hjá Portalinum og FM1, Pætur Nolsøe.
Hann og viðmerkjararnir, Agnar Prestá og Tormóður Petursson Djurhuus, vóru eisini bergtiknir av manninum, ið legði upp til flúgvaran.
Rúnar Hammer legði aftur upp til flest føroysk mál í dysti nummar tvey, og skoraði sjálvur fýra ferðir: Millum annað eitt mál eftir góða screening frá Jón Eyðunsson Midjord, har Rúnar "dansaði seg ígjøgnum" í einari løtu, har nummar 87 "hugnaði sær" og var við í so at siga øllum.
Sí málini omanfyri.
----------------------
Leygardagin 11. juli klokkan 17.30 føroyska tíð spæla Føroyar avgerandi bólkadystin móti Sveis. Ein sigur er eitt krav móti sterka sveisiska liðnum, um føroyingarnir skulu spæla í ovara miðumfarinum í U20 EM.
Allir dystirnir hjá Føroyum síggjast á Portalinum við føroyskum frásøgufólki. Eisini hoyrist frásøgnin á FM1.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald