Fótbóltur

Mbappé og teir syftu Marokko - Spania ella Belgia bíða í hálvfinaluni

HM-toppskjútti og Balon d'Or-vinnarin avgjørdu í Boston-økinum í gjár, og Frakland í triðju HM-hálvfinaluni á rað. Klokkan 20 í kvøld spæla Belgia og Spania fjórðingsfinalu.

Kylian Mbappé gjørdi aftur bart í 1/4-finaluni (Mynd: Lars Baron/AFP/Ritzau Scanpix)

Kylian Mbappé gjørdi aftur bart í 1/4-finaluni (Mynd: Lars Baron/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-10 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta HM-fjórðingsfinalan varð spæld í Foxbrough í Boston-økinum hóskvøldið. 

Hon gekk sum væntað: Var spennandi men at enda vóru fraklendingar bara ov sterkir fyri Marokko.

Eftir ein tíma skoraði Kylian Mbappé hansara 8. mál í hesum endaspælinum, og nummar tjúgu samanlagt, og í 66. minutti sló Ousame Dembelé til. HM-toppskjúttin, saman við Messi, og Balon d'Or vinnarin vístu góðsku.

Harvið rakk tað ikki til hálvfinalu hesaferð hjá Marokko, og einki afrikanskt land er eftir.

Frakland er í triðju HM-hálvfinaluni á rað, og skulu favorittarnir spæla móti Spania ella Belgia týskvøldið.

Tey bresta saman í kvøld klokkan 20. Har stendur Spania sum favorittur, men Belgia hevur víst styrki seinastu dystirnar.

HM-fjórðingsfinalurnar:
Í gjár, hósdagin 9. juli
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0 
66' Ousame Dembelé 2-0 

Í dag, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia  - Los Angeles (DR1 DR TV)

Í morgin, leygardagin 11. juli 
22.00: Noreg - Ongland - Miami

Sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis Kansas City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder