Annað

Formaðurin í Ríðisambandinum afturvaldur

Á aðalfundi felagsins herfyri varð Brandur í Dali afturvaldur, og nevndin er tí óbroytt.

Frá vinstru: Kristian Krosstein, Brandur í Dali, Alexandra Knudsen og Zacharias R. Jacobsen (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Frá vinstru: Kristian Krosstein, Brandur í Dali, Alexandra Knudsen og Zacharias R. Jacobsen (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-07-11 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, stóð formaðurin, Brandur í Dali, fyri vali, og hann bleiv afturvaldur.

Nevndin er tí óbroytt, boðar Ríðisamband Føroya frá.

Nevndin sær soleiðis út:

  • Brandur í Dali, formaður,
  • Zacharias R. Jacobsen, næstformaður,
  • Alexandra Kjeld, nevndarlimur

Tiltakslimir eru Kristian Krosstein og Andrias Nielsen.

Heimligu kappingarnar í gonguløgum endaðu vikuskiftið 2.-4. juli við Safari FM-kapping á breytini hjá Føroyskum Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Hetta var fjórða av fýra kappingum í ár.

NM í gonguløgum verður í Svøríki í august, og landsliðið fyrireikar seg til fráferð, skrivar Ríðisamband Føroya.

Tvær av fimm FM-kappríðingum eru avgreiddar. Tvær tær komandi kappríðingarnar vera á breytini hjá Føroya Ríðingarfelagi í Havnardali – á ólavsøku og tann 15. august. Kappingarárið endar á breytini hjá Vága Ríðingarfelag vesturi í Vágum tann 29. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder