Í gjár var ein góður dagur hjá Ábraham Bjarnason og Martin Johannesen, sum í hesum døgum umboða Føroyar í FrameRunning Camp & Cup í Bagsværd í Danmark. Tað bleiv nevniliga til tvey gullheiðursmerki.
Báðir vunnu gull á 400 metrum, skrivar FrameRunning Føroyar.
Ábraham rann fyrst innleiðandi og tryggjaði sær eitt pláss í finaluni. Har kom hann fyrstur á mál við tíðini 1:09.88, sum eisini er nýtt persónligt met.
Martin kom á mál við tíðini 2:28.71. Tað er ein betran av tíðini, sum hann rann í fjør.
Í dag, á seinasta degi í kappingini, eru 200 metrar eru á skránni.
Martin rennur beinleiðis finalu klokkan 12.36 føroyska tíð, og Ábraham rennur beinleiðis finalu klokkan 13.14 føroyska tíð. FrameRunning Føroyar sendir beinleiðis á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald