Turkaland tapti við 18 málum fyri Sveis í 1. umfari og við 12 málum moti Føroyum hósdagin.
Harvið var tað so at siga ikki í okkara roknistykki, at Turkaland kundi hjálpa Føroyum við at vinna á Serbia.
Men tað hendi.
Í einum ógvuliga tøttum dysti vann Turkaland. Stóri strikuspælarin Kayra Mete avgjørdi við máli til 30-29, tá 13 sekund vóru eftir.
Mete fekk reytt kort móti Føroyum eftir bert fimm minuttir, tá hann rakti Rúnar Hammer í høvdið. Nú syrgdi turkiski strikuspælarin í roynd og veru fyri, at føroysku U20 menninir komu víðari til EM-miðumfari.
Hetta tí at Føroyar vunnu so stórt móti Turkaland og taptu við einum móti Serbia, og av tí at innanhýsis málúrtøka telur, tá trý lið eru ájøvn i stigum, so kunnu Serbia og Turkaland ikki koma frammum Føroyar - hóast okkara U20 menn skuldu tapt fyri Sveis i kvøld.
Føroyar her í dysti móti Turkalandi hósdagin (Mynd: Andrei Antal / HSF)
Dysturin klokkan 17.30, sum sæst á Portalinum og hoyrist á FM1, snýr seg ístaðin um at vinna bólkin og fáa stig við víðari. Harvið hevur uppgerðin framvegis nógv at siga.
Føroyar og Sveis eru tey bæði liðini úr bólki B, sum koma víðari. Við hesum eru 06- og 07- árgangirnir nærum eisini tryggjaðir pláss í U21 HM-endaspælinum næsta ár.
Støðan í bólkinum
1. Sveis 4 stig
2. Føroyar 2 stig
------------------
3. Serbia 2 stig
4. Turkaland 2 stig
Tvey lið koma víðari til miðumfarið. Liðini fáa stigini við sær, sum man fær móti hinum liðnum, ið kemur víðari.
3. og seinasta umfar:
Leygardagin 10. juli
Turkaland-Serbia 30-29
Sí meira um dystin her
17.30: Sveis-Føroyar (portal.fo)
--
Portalurin og FM1 vísa allar dystirnar hjá Føroyum í U20 endaspælinum - eisini frá miðumfarinum sum byrjar mánadagin. Nær dystirnir verða spældir verður greitt aftaná dystin millum Sveis og Føroyar.
--
Jákup og Rúnar til reiðar til stóru og avgerandi uppgávuna móti Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald