Tað var lítið meira enn ein stavnur á muni tá Havnarbáturin og Ormurin Langi komu á mál, men hvíti báturin átti munin.
Havnarbáturin fekk eina góða byrjan og var frammanfyri allan vegin á vestanstevnu í Miðvági, men til síðst gjørdist øgiliga tætt, og tá avtornaði var Havnarbáturin ein stavn ella so frammanfyri Ormin Langa.
Hesaferð var Klaksvíkingurin væl betri við enn á Fjarðastevnu fyri viku síðan.
Bara eitt stig er nú á muni í FM-kappingini millum Havnarbátin og Ormin Langa og tískil er lagt upp til veruligar finalur bæði á Sundalagsstevnu um eina viku og á ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald