Føroyar endaðu EM-bólkaspæli við stórsigri fyri Sveis fyrr í kvøld.
Les eisini: Sveis setti Føroyar so dyggiliga uppá pláss í seinasta bólkadystinum
Avrikið var ikki gott, men tað var tó greitt áðren, at Føroyar fóru víðari til ovara miðumfarið. Hetta vegna turkiska sigurin á Serbia og innanhýsis málúrttøku.
Føroysku U20-menninir fáa ein ógvuliga torføran miðumfarsbólk: Mótstøðuliðini tíðliga í næstu viku vera tvær av mætastu hondbóltstjóðunum.
EM 2026 - miðumfar, bólkur 1
1. Sveis 2 stig
2. Týskland 2 stig
3. Frakland 0 stig
4. Føroyar 0 stig
Liðini hava stig við, sum tey hava vunnið móti hvørjum í innleiðandi bólkaspælinum: Sveis vann á Føroyum, og Týskland hevur vunnið á Fraklandi.
Síðani skulu tvey umfør spælast, og tvey ella trý lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Føroyar og Frakland hava ikki spælt móti hvørjum øðrum í hesum árganginum. Fraklendingnar vóru júst ov stuttir til HM-fjórðingsfinalurnar hjá U19 vóru í fjør men endaðu nummar níggu. Har vann liðið millum annað stórt á Serbia og Sveis.
Týskland gjørdist heimsmeistari. Men á vegnum spældi týska liðið javnleik móti Føroyum. Talan var um frálíkt føroyskt avrik í 28-28 dystinum í bólkaspælinum. Slíkt verður leitað eftir í Rumenia eftir hvílidagarnar í næstu viku.
Skráin fyri miðumfar okkara:
Mánadagin 13. juli
15.00: Frakland - Føroyar
17.30: Týskland - Sveis
Týsdagin 14. juli
15.00: Sveis - Frakland
17.30: Føroyar - Týskland
Portalurin og FM1 vísa allar dystirnar hjá Føroyum í U20 endaspælinum - eisini frá miðumfarinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald