Norðmenn sluppu at droyma um meira. Heilt frá søguliga sigrinum á Brasil sunnudagin og væl inn í HM-fjórðingsfinaluna í kvøld.
Eftir at lítið var hent í 35 minuttir í nógva hitanum og slavnu Florida-luftini, vann Patrick Berg bóltin frá Harry Kane, fann Martin Ødegaard, sum spældi víðari til Andreas Schjelderup. Kviki vongurin sá út til at royna at gera tað sama, ið hann gørdi í 1/8-finaluni móti Brasil: At finna Erling Haaland við høgari sending úr vinstru. Men talan gjørdist um eitt frálíkt skot, sum umvegis stongina fór í enska málið til 1-0.
Løtu seinni kundi Noreg økt, eftir at miðvøllurin aftur vann bóltin av sløvum onglendingum, og Alexander Sørloth varð sendur avstað. Tað gjørdist ein tveir ímóti einum støða við honum, Erling Haaland og Marc Guehi, men Sørloth var ov seinur at spæla yvirum til fría Haaland ella at skjóta, og miðverjin fekk vart fyri.
Ístaðin varð 1-1 eftir steðgin. Norðmenn eru ónøgdir við hetta málið og vísa á, at bólturin rakti eitt kamera í løtuni áðrenn málið og broytti kós. Men einki hendi, og síðani fann Anthony Gordon Jude Bellingham, sum við nøkrum hvøssum trekkum mitt fyri málið fekk pláss til skot: 1-1 í steðginum.
![]()
Jude Bellingham hevur verið avgerandi í trimum, ella í roynd og veru fýra, dystum hjá Onglandi í endaspælinum (Mynd: Justin Setterfield/AFP/Ritzau Scanpix)
Tað varð eisini 10'arin hjá Onglandi, sum avgjørdi spennandu 1/4-finaluna. Men áðrenn tað skuldu spælararnir slíta seg gjøgnum nógvar minuttir í Miami-hitanum. Og liðið hjá Thomas Tuchel skuldi koma ígjøgnum ein 2. hálvleik, har Noreg var betra liðið.
Teir í reyðum høvdu bóltin meira og høvdu eisini fleiri góðar støður. Millum annað var 5-1 í hornaspørkum, og eftir eitt fekk Torbjørn Heggem bóltin í enska netið. Men eftir VAR-kanning varð bleytt fríspark dømt móti Erling Haaland, sum ikki hevði nakra ávirkan á støðuna men skumpaði Elliot Andersen nakað.
Løtu seinni stútaði Kristoffer Ajer á tvørtræðið eftir hornaspark, og Noreg vildi eisini hava brotspark beint aftaná.
Ørjan Nyland stóð framúr væl fyri Noreg móti Brasil, har hann millum annað bjargaði brotssparki. Men í dag var málverin við at kosta. Ávaringartekinið var har, tá Nyland eftir 90 minuttir gørdi ov seint av við bóltinum, og Djed Spence mundi avgjørt.
Tað gjørdi Jude Bellingham í yvirtíðini. Eftir at Morgan Rogers royndi seg við langskoti, megnaði Nyland hvørki at halda bóltinum ella beina hann av vandaleið, líknandi sum Senne Lammens móti Spania í gjár, og so var Bellingham til reiðar: Kropsliga sterki álopskendi miðvallarin hjá Onglandi kastaði seg fram og avgjørdi 1/4-finaluna við sætta málið hansara í hesum endaspælinum - og fjórða málinum seinastu tveir dystirnar.
![]()
Løtan tá Bellingham gagnnýtti mistakið hjá norska málverjanum - eins og móti Meksiko skoraði nummar 10 hjá Onglandi tvær ferðir (Mynd: Buda Mendes/AFP/Ritzau Scanpix)
Her saman við Erling Haaland, sum ikki kom til nógv í dag, eftir dystin. Teir báðir vóru liðfelagir í Borussia Dortmund (Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)
Norski venjarin, Ståle Solbakken, troystar ein syrgnan Nyland, meðan norsku spælararnir takka fjepparunum (Mynd: Chandan Khanna/AFP/Ritzau Scanpix)
Harvið varð 23-ára gamli Real Madrid-spælarin aftur púra avgerandi, og nú kunnu Jude Bellingham og teir gleða seg til HM-hálvfinalu mikukvøldið. Hendan verður mest sannlíkt móti Argentina og Lionel Messi. Men Sveis skal fyrst basast í nátt.
Samstundis kunnu Ørjan Nyland og hinir kundu verða vónbrotnir. Noreg kom ikki nærri skotum hjá Berg og Bobb, sum fóru uppum. Orka og yvirskot sá út til at vanta - tað hevði verið betri at fingið hesa fjórðingsfinalun á einum leikvølli við taki og air-condition ella í nakað kaldari veðurlagið. Ein merktur Haaland noyddist eisini út eftir 105 - og eftir 120 minuttir endaði vakra norska summarævintýrið við fjórðingsfinaluni í Florida.
Lygardagin 11. juli
Noreg - Ongland 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
36' Andreas Schjelderup 1-0
45 (+2)' Jude Bellingham 1-1
93' Jude Bellingham 1-2
Í nátt, sunnudagin 12. juli
02.00: Argentina - Sveis - Kansas City (DR1/DT TV og NRK)
Frakland - Marokko 2-0 (0-0)
60' Kylian Mbappé 1-0
66' Ousame Dembelé 2-0
Les eisini: Mbappé og teir syftu Marokko
Í gjár, fríggjadagin 10. juli
20.00: Spania - Belgia 2-1 (1-1)
30' Fabian Ruiz 1-0
41' Charles de Ketelaere 1-1
88' Mikel Merino 2-1
Hálvfinalur
Týsdagin 14. juli
20.00: Frakland - Spania
Mikudagin 15. juli
21.00: Ongland - Argentina/Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald