Tað byraði við 48 rennarum klokkan 9 gjáramorgunin og klokkan 9:44 í morgun, rann Marnar Djurhuus um málllinjuna fyri 25. ferð og sum tann einasti sum var eftir.
Tilsamans rann Marnar Djurhuus 167,6 kilometrar.
Lydia í Lambanum gjørdist nummar tvey. Hon takkaði fyri seg ein tíma áðrenn, tá hon hevði runnið 24 ferð. Harvið 160 kilometrar.
Jákup Andrias Kristiansen endaði á triðja plássi eftir 21. umfør og 140,8 kilometrar.
Reglurnar eru einfaldar: Renn 6,7 km innanfyri ein tíma. Nýtt umfar byrjar aftur hvønn heila tíma. Sum tímarnir ganga, fella rennarar frá, og kappingin endar tá hin næstseinasti gevst og vinnarin er hann, sum einsamallur fullførir eitt umfar.
Runnið var úti í Havnardali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald