- Vit í Føroyum hava pøst hesi liðini alt ov nógv undan evropesku dystunum.
Hetta var ein av staðfestinginunum hjá Jákupi Ósa í seinastu útgávuni av Fótbóltsskýlinum, tá vit tóku samanum fyrstu evropeisku vikuna hjá føroysku liðunum í 2026.
KÍ vann tepurt í Klaksvík, NSÍ spældi javnleik har tveir dagar seinni, og Víkingur tapti við tveimum málum í Íslandi.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
KÍ - FC Atert Bissen 2-1 (1-0)
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
NSÍ - Hamrun Spartans 1-1 (1-0)
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
Stjarnan - Víkingur 3-1 (1-1)
Felags fyri dystirnar var, at føroysku liðini mistu takið út á dystin eftir góðar byrjanir, hóast tey eru í dystarvenjing - og samanlagt ikki avrikaðu nóg væl í seinnu hálvleikunum.
Serliga sóu teir hjá KÍ og NSÍ merktir út móti liðum, sum ikki spæla landskapping í løtuni. Hetta staðfestur spælararnir eisini eftir dystirnar í Klaksvík, og tá slíkt rák er, so noyðist man at hyggja eftir tí, staðfestir fótbóltstíðindamaðurin og ítróttarstkrivarin á bolt.fo og Norðlýsinum.
- Tað er eitt rák, og liðini hava spælt nógv fleiri dystir beint undan fyrstu evropeisku dystunum enn vant, og harðar dystir eisini, sigur Jákup Ósa.
Eftir landsliðssteðgin í juni spældu KÍ, Víkingur og NSÍ øll fimm kappingardystir innan tríggjar vikur - KÍ og NSÍ spældu fimm dystir innan 19 dagar og millum annað 120 minuttir einaferð.
Júst tað at seinnu steypahálvfinalurnar fyri stuttum vóru á skránni ávirkar, og Jákup Ósa heldur, at FSF og feløgini noyðast at hyggja eftir støðuni til næsta ár. Tí hóast tað er gott við onkrum hørðum og avbjóðandi dystum undan "Evropa", so kann tað eisini gerast ov nógv.
- Í einum lítlum landi sum Føroyum noyðist man at geva sær allar gjørligar fyrimunur, sigur ítróttarskrivarin.
KÍ spælir seinna Champions League-dystin í Luksemborg mikukvøldið, og hósdagin spæla NSÍ og Víkingur ávikavist á Malta og við Djúpumýru. Meira um hesar uppgávurnar í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald