Hondbóltur

Føroyskir dómarar hava eisini altjóða uppgávur í hesum døgum

Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru til U20 EHF Championship í Kosovo í hesum døgum.

Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard úr Hoyvík døma dagliga í Danmark. Teir dømdu dystin millum vertirnar og Niðurlond mánadagin (Mynd: KosovaHandball)

Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard úr Hoyvík døma dagliga í Danmark. Teir dømdu dystin millum vertirnar og Niðurlond mánadagin (Mynd: KosovaHandball)

2026-07-14 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysk ungdómslandslið hava sum vant uppgávur í summar, og í løtuni eru U20 menninir til EM-endaspæl í Rumenia.

Video: - Teir duga síni kynstur

Føroysku U20 menninir spæla seinna EM miðumfarsdystin klokkan 17.30 í kvøld . Hann er móti Týsklandi. Dysturin kann stroymast ókeypis á Portalinum og eisini at hoyra á FM1. Vit byrja at senda kl. 17.15.

Føoyar hava eisini altjóða dómarar, sum royna seg í summar. Hetta staðfestir Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.

Tað eru brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard, sum í hesum døgunum í Kosovo, har teir døma M20 EHF Championship.

Teir eru báðir lesandi í Danmark, har teir eisini døma. Í løtuni er tað mest í triðbestu donsku mansdeildini og eisini í næstbestu deildini hjá kvinnum.

Championship kappingarnar hjá EHF verða vanliga nýttar til at seta nýggj altjóða pør við og eru skeið, testir og vegleiðing eisini partur av kappingini.

Talan er um kappingar fyri lið, sum ikki eru til sjálv EM-endaspølini.

Høgni og Andrias Gaard dømdu Niðurlond og Kosovo í gjár, mánadagin. Niðurlond vunnu dystin 29-20.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder