Fótbóltur

Jens Erik Bruhn er nýggjur AB-spælari

AB, sum stóð seg ógvuliga væl fyri summarsteðgin, styrkir seg við arbeiðssama og skjóta trongisvágsmanninum. 24-ára gamli vongverjin og miðvallarin hevur gjørt sáttmála á Argjum, sum eisini er galdandi fyri 2027.

24-ára gamli maðurin úr Trongisvági hevur longu nógvar royndir á hægsta stigi í Føroyum: Tær flestu fyri banrdómsfelagið TB (Mynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli maðurin úr Trongisvági hevur longu nógvar royndir á hægsta stigi í Føroyum: Tær flestu fyri banrdómsfelagið TB (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-14 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska flytingarvindeygað er nú latið aftur. NSÍ kunngjørdi mánamorgunin nógv tí størstu flytingina hetta summarið: Landsliðsprofilurin Meinhard Egilsson Olsen er keyptur heim aftur til FM-stríðið og næstu árini.

Sí eisini: Keyptur úr Kolding fyri at fáa FM aftur til Runavíkar  

Men onnur lið hava eisini fingið fatur á spælarum í seinastu løtu. Argja Bóltfelag skrivar á síðu sínari, at "AB í tøkum tíma hevur tryggjað sær styrk til seinnu kappingarhálvu:

Nýggjur spælari hjá AB er Jens Erik Bruhn, sum hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2026 og 2027 á Argjum.

24-ára gamli maðurin úr Trongisvági hevur longu nógvar royndir á hægsta stigi í Føroyum. Jens Erik spældi á fyrsta sinni í bestu deildini fyri TB sum 16 ára gamal í 2019, og sambært FaroeSovver hevur skjóti spælarin higartil spælt tilsamans 131 dystir í Meistaradeildini: Teir flestu fyri barndómsfelagið, TB, men bæði í 2024 og 2025 spældi hann við EB/Streymi, har hann eisini royndist væl.

[object Object]
Jens Erik Bruhn var í EB/Streymi í eitt og eitt hálvt ár (Mynd: EB/Streymur)

Eftir eitt og eitt hálvt ár í EB/Streymi fór Jens Erik Bruhn til Danmarkar í útbúgvingarørindum í summarsteðginum í fjør. Hann spældi nakrar dystir fyri TB tíðliga í summar men verður nú skjótt aftur í fremstu deildini í Føroyum.

AB lýsir sín nýggja spælara á hendan hátt:

- Jens Erik Bruhn er ein arbeiðssamur, orkuríkur og støðugur spælari, ið altíð er góður at hava á liðnum. Hann hevur í mestan mun spælt sum vongverji, men áður er hann eisini sæddur spæla á miðvøllinum. Tískil er hetta ein leikari, ið kann røkja fleiri pláss, og spennandi verður at síggja, hvør leiklutur hansara verður á AB-liðnum.

Jens Erik byrjar at venja við AB í næstum, tá hópurin savnast aftur eftir ein steðg. Hann kann fáa sín fyrsta dyst fyri felagið, tá AB ólavsøkuaftan, 28. juli, skal  spæla landskappingardyst í Gundadali ímóti B36.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder