Hondbóltur

500 føroysk atgongumerki afturat til Magdeburg - 300 afturat til miðumfarið

Í morgin, mikudagin 15. juli klokkan 10, koma samanlagt 800 HM-atgongumerki afturat til sølu.

Eini 5000 føroyingar í Berlin í januar 2024 - so nógv vera ikki í Týsklandi næstu ferð men skjótt kunnu fleiri tryggja sær pláss (Mynd: Sverri Egholm)

Eini 5000 føroyingar í Berlin í januar 2024 - so nógv vera ikki í Týsklandi næstu ferð men skjótt kunnu fleiri tryggja sær pláss (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-14 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrstu syftu fingu føroyingar lutfalsliga ógvuliga fá atgongumerki til søguligu HM-dystirnar í januar 2027.

Sí eisini: Vera eftir øllum at døma lutfalsliga fáir føroyskir fjepparar í Magdeburg

Hondbóltssamband Føroya staðfesti tó í sambandi við lutakastið í juni, at fleiri atgongumerki fóru at vera tøk at keypa seinni í ár. Og í morgin verður tað.

Nú er talan um 500 atgongumerki til bólkaspælið í Magdeburg. Føroyar skulu í døgnum 14. januar - 18. januar 2027 spæla móti Portugal, Póllandi og Algeria har.

Les eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast

Um tað eydnast at enda í topp-trý í bólkinum, skulu Føroyar til Hannover at spæla miðumfar. Har eru fleri atgongumerki tøk, og eini 300 afturat verða tøk mikudagin fyrrapartin.

Hesi atgongumerkini kunnu keypast frá klokkan 10.00 mikudagin, 15. juli

Sí mannagongd, sum HSF hevur gjørt, niðanfyri ella les her

Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands.

Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4.

Innleiðandi umfar í Magdeburg

Talan er um áleið 500 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum. Atgongumerkini eru staðsett í eystaraendanum av høllini og eru í kategori 2, 3, 4, 5 og 6. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/.../251205_IHF2027-M_Price...

https://www.eventim.de/.../Seat-Map_GETEC-Arena_Magdeburg...

Millumumfar í Hannover

Talan er um áleið 300 atgongumerki. Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í millumumfarinum. Atgongumerkini eru í bólkunum U14 og U15 og eru í kategori 1 og 2. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/.../Seat-Map_ZAG-arena_Hannover...

https://www.eventim.de/.../251216_IHF2027-M_Price...

Tað er tó longu nú møguligt at tryggja sær atgongumerki til millumumfarið í Hannover umvegis almennu netsøluna hjá IHF. Flestu føroyingar hava keypt atgongumerki í bólkunum U12 til U18. Hendan sølan fer fram á https://www.eventim.de/en/artist/ihf-handball-weltmeisterschaft-der-maenner/2027-ihf-wm-hannover-pakete-4026662/?affiliate=27H.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder