Fótbóltur

Mbappé tann fyrsti við átta málum í fleiri HM-endaspølum

Franski liðformaðurin hevur tjúgu mál í tjúgu HM-endaspælsdystum. Spania skal í kvøld ansa sær fyri Real Madrid-framherjanum, sum bæði jagstar málmetið hjá Messi og enn eitt HM-heitið.

Kylian Mbappé hevur verið framúrskarandi fyri Frakland so at siga síðani hann trein inn á HM-pallin (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

Kylian Mbappé hevur verið framúrskarandi fyri Frakland so at siga síðani hann trein inn á HM-pallin (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-14 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin skoraði Kylian Mbappé sítt HM-mál nummar tjúgu - í sínum dysti nummar tjúgu í heimsins størstu kapping.

Nummar 10 hjá Fraklandi kom brestandi inn á HM-pallin sum 18-ára gamal í 2018. Hann gjørdi fýra mál, millum annað fyrsta finalumálið hjá einum tannáringi síðani Pelé, tá Frakland gjørdist heimsmeistari.

Í 2022 skoraði "snarljósið úr París" heili átta ferðir í Katar og millum annað hattrikk í finaluni.

Hon endaði tó við sigri til Argentina, men nú jagstrar Kylian Mbappé aftur gullið saman við "Les Blues", ið hava sæð ræðandi sterkir út í fleiri dystum í USA.

Sí eisini: Sponsku evropameistararnir skulu royna at syfta fronsku heimsstjørnunum

Eisini jagstrar Mbappé ein ávísan Lionel Messi í stríðnum um flest HM-mál samanlagt. Í løtuni er bert eitt mál á muni millum teir báðar (20-21)

Eftir eitt buldraligt kappingarár í Real Madrid, hevur 27-ára gamli liðformaðurin aftur skinið fyri Fraklandi. Tað er bert í seinasta bólkadystinum móti Noreg, at Mbappé ikki hevur skorað, og eftir flotta málið í fjórðingsfinaluni móti Marokko hevur hann skorað átta mál í tveimum HM-endaspølum.

Tað hevur eingin annar gjørt, og Kylian Mbappé fer eftir fleiri í kvøld, tá Spania bíðar í hálvfinaluni.

Sí øll tjúgu HM-málini hjá Kylian Mbappé higartil á heimasíðuni hjá FIFA

HM-Hálvfinalur
Í dag, týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
20.00: Frakland - Spania (DR1/DRTV)

Í morgin, mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
20.00: Ongland - Argentina

Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl.22) og 19. juli (kl.20)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder