Eykaaðalfundur hevur verið í HB-húsinum í kvøld í sambandi við, at tey fýra, sum vóru eftir í starvsnevndini høvdu lagt frá sær.
HB skuldi harvið hava eina nýggja starvsnevnd, og nú er greitt, at átta fólk vera í henni: Fýra menn og fýra kvinnur.
Nýggja HB-nevndin:
Helga Ellingsgaard
Elin Christiansen
Hans á Lag
Vagnur M Mortensen
Høgni Berg
Liljan Av Fløtum
Eydna Skaale
Gestur Hovgaard
Sessirnir eru ikki endaliga ásettir enn, men sum skilst - og sum bolt.fo skrivaði í dag - verður Helga Ellingsgaard forkvinna.
Hon er fyrrverandi stórspælari í felagnum og hevur eisini roynt seg uttanlands.
Vagnur Mohr Mortensen verður eftir øllum at døma næstformaður.
Eingin av teimum omanfyrinevndu átta, sum týskvøldið 14. juli eru vald, hava verið í starvsnevnd felagsins áður. Tó hava øll á ymsan hátt havt nógv við HB at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald