Fótbóltur

KÍ til Litava um tað eydnast at koma víðari í morgin

Drita var á veg víðari, men Kauno Zalgiris vendi tí seinastu løtuna í Kosovo. Harvið kann tað enda við, at teir hjá KÍ halda ólavsøku við Champions League-dysti í Kaunas - annars verður tað í Ungarn.

Páll Andrasson Klettskarð skoraði annað málið í dystinum í Klaksvík, sum KÍ vann 2-1. Tað kann gerast nóg mikið fyri at koma víðari í Champions League, men stór avbjóðing bíðari í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Páll Andrasson Klettskarð skoraði annað málið í dystinum í Klaksvík, sum KÍ vann 2-1. Tað kann gerast nóg mikið fyri at koma víðari í Champions League, men stór avbjóðing bíðari í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-14 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, mikukvøldið 15. juli, spælir KÍ seinna dystin í 1. umfari í Champions League. Hann verður í Luksemborg býi, sum er høvuðsstaðurin í Luksemborg.

Myndir: KÍ'arnir eru komnir væl uppá pláss í Luksemborg

Føroyameistararnir hava eina smala leiðslu við til Luksemborg (2-1), har Atert Bissen klokkan 19.15 føroyska tíð tekur ímóti í nógvum hita.

Har skal KÍ, eins og í nøkrum royndum áður, halda ein fyrimun heim í seinna dystinum í einum evropeiskum umfari. 

Nú er endaliga greitt, at um tað eydnast, skal KÍ spæla móti litaviska meistaraliðnum í 2. umfari í Champions League.

Kauno Zalgiris var annars aftanfyri 2-1 í Kosovo, og tað var 3-2 til Drita samanlagt eftir 81 minuttir í kvøld.

Men tvey mál, tað seinna í 94. minutti, vendi liðið frá Kaunas tí til 2-3 á kvøldinum og 4-3 til Kauno Zalgiris samanlagt.

Harvið fáa litavisku meistararnir teir frá Luksemborg ella Føroyum í 2. umfari. Seinni dysturin verður í Litava ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag. Fyrri dysturin verður spældur 21. ella 22. juli - møguliga í Klaksvík.

[object Object]
Teir hjá Bissen skulu royna at fáa KÍ aftur - og yvirhála - á grasinum í Luksemborg býi í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg: Ein 2-1 sigur er OK - men ynskiligt var við einum størri sigri

Um KÍ ikki kemur víðari í morgin, skal liðið hjá Magnus Powell ístaðin spæla 2. umfar í Conference League í seinnu hálvu av mánaðinum. Í so fall gongur leiðin til  Ungarn, har Györ bíðar.

Ungarsku meistararnir taptu samanlagt 2-3 fyri Víkingi Fotbólti. Gunnar Vatnhamar kundi ikki spæla í dystunum vegna vøddaskaða. 

Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder