Hondbóltur

U20: Føroyar spæla um HM-pláss hósdagin fyrrapartin

Ísrael er á skránni í møguliga avgerandi dysti, sum Portalurin stroymir í morgin klokkan 10.

Føroyar spældu ein góðan dyst móti týsku heimsmeistarunum í gjár - nú snýr tað seg fyrst og fremst um at koma aftur til eitt HM-endaspæl (Mynd: FRH)

Føroyar spældu ein góðan dyst móti týsku heimsmeistarunum í gjár - nú snýr tað seg fyrst og fremst um at koma aftur til eitt HM-endaspæl (Mynd: FRH)

2026-07-15 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar spældu væl og stríddust væl so at siga allan vegin móti Týsklandi, men favorittarnir vóru omaná og vunnu at enda við fýra.

Sí eisini: U20 EM: Flott føroyskt avrik móti favorittunum

Myndir: Tætta stríðið við Týskland

Eftir hendan seinna dystin í EM-miðumfarinum, kunnu ungu føroysku menninir hvíla ein dag og venda eyguni móti næstu uppgávu: Ísrael og at spæla seg til HM-endaspælið fyri U21-lið næsta ár.

Nú tað ikki rakk til fjórðingsfinalu, enda Føroyar onkustaðni millum 9 og 16 av teimum 24 londunum í EM-endaspælinum. Og tað er nóg mikið at enda nummar 15 fyri at koma við til endaspæl aftur í 2027.

Tríggir plaseringsdystir eru eftir, og vinna Føroyar ein teirra, er HM-atgongumerki til Skopje í hús.

Fyrsti møguleikin er Ísrael í morgin, hósdagin klokkan 10.00 føroyska tíð. Ísrael hevur júst vunnið á Póllandi, so talan kann avgjørt verða um eina trupla uppgávu.

Portalurin vísir dystin ókeypis og til ber eisini at lurta á FM1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder