Seinastu G! fyrireikingarnar í Syðrugøtu, við vegjaðara við Gøtugjógv og við camping- og telt økið í Norðagøtu. Og á vøllinum í Sarpugerði:
Víkingarnar í hvítum, sum leggja seinastu hond á sínar fyrireikingar til seinna Conference League-dystin móti Stjarnuni . Hann verður hóskvøldið klokkan 18 í Klaksvík.
Umframt spælararnar, gongur ein spentur maður í shortsi'i í Sarpugerði. Brandur Jacobsen fegnast um dýrdarveðrið og staðfestir, at lagið er gott í kommununi. Og lagið á G! festivalinum kann gerast uppaftur betri, um Víkingur fær eitt gott úrslit í annaðkvøld.
- Vit skulu gjarna royna at hjálpa við tí, sigur Brandur Jacobsen smílandi við Portalin.
Hóast 1-3 tap í fyrra dystinum heldur longst sitandi formaðurin í føroyskum fótbólti, at har eru møguleikar hjá Víkingi, og at man trýr uppá tað móti íslendska liðnum.
Brandur Jacobsen viðurkennir, at tað hava verið heldur stór sveiggj í evropeisku avrikunum og úrslitunum seinastu árini, men at hóast Evropa ikki er fyrsta raðfesting hjá Víkingi, so er tað nakað serstakt.
Langsíðurnar eru við at verða útseldar, veðrið sær út til at vera gott, og Brandur Jacobsen hevur tí góðar vónir um góðan stuðul í annaðkvøld.
Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir
Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
18.00: Víkingur - Stjarnan (Ísland) (1-3)
FM1 sigur frá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald