Hondbóltur

Lagt er upp til tættan dyst millum Føroyar og Ísrael um HM-pláss

Portalurin vísir EM-plaseringsdystin hjá U20 monnunum ókeypis. Vit byrja at senda klokkan 9.45 við Djóna Gaard Joensen, U-landsliðsvenjara og venjara í H71, sum viðmerkjara.

Djóni Gaard Joensen og fleiri av føroysku spælarunum fegnast í HM-bronsudystinum í fjør. Hann er nú millum annað venjari hjá U18-landsliðnum, sum skjótt skal til EM, og fer at vera viðmerkjari í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Djóni Gaard Joensen og fleiri av føroysku spælarunum fegnast í HM-bronsudystinum í fjør. Hann er nú millum annað venjari hjá U18-landsliðnum, sum skjótt skal til EM, og fer at vera viðmerkjari í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-16 06:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U20-menninir spældu ein flottan dyst móti týsku EM-favorittunum týskvøldið. Tað endaði tó við tapi, og Føroyar skulu ikki í fjórðingsfinalurnar - men heldur spæla um plássini millum 9 og 16.

Liðini, ið enda topp 15 í hesum EM-endaspælinum, sleppa til HM fyri U21 lið í 2027. Tað er málið hjá Føroyum og ein sigur afturat er nóg mikið.

[object Object]
Fríði Holm í Innistovu í frambroti móti Týsklandi. Føroyska liðið vísti seg væl fram móti Týsklandi eftir tvey lakari avrik (Mynd: FRH)

Føroyingar spæla í morgun, í morgin (fríggjadagin) og sunnudagin. 

Lagt verður fyri móti Ísrael, sum í endaspælinum hevur tapt greitt fyri Svøríki, Kekkia og rumensku vertunum - men eisini vunnið góðar sigrar á Bosnia-Hersegovina og serliga á Póllandi.

Tað var hesin seinni týsdagin, sum tryggjaði Ísrael plássið í hesum riðlinum, og lagt er upp til tættan dyst.

Fyrsta bríksl í Rumenia er klokkan 10.00 føroyska tíð. Portalurin og FM1 byrja at senda klokkan 9.45.

Viðmerkjari til sendingina verður Djóni Gaard Joensen, U-landsliðsvenjari og venjara í H71. Hann var við at vinna Føroyum bronsu í U21 HM í fjør og er nú venjari hjá U18-manslandsliðnum, sum síðst í juli skal til EM-endaspæl. Tað fara vit eisini at tosa eitt sindur um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder