Hondbóltur

U20: Vunnu 33-31 á Ísrael og hava tryggjað sær HM-luttøku

Vendu dystinum í øðrum hálvleiki og tryggjaðu sær ein flottan sigur.

Lýðar í Dímun gjørdist besti føroyski málskjútti í dystinum og varð eisini kosin besti føroyski leikari í dystinum. Myndin er frá dystinum móti Fraklandi (Mynd: FRH)

Lýðar í Dímun gjørdist besti føroyski málskjútti í dystinum og varð eisini kosin besti føroyski leikari í dystinum. Myndin er frá dystinum móti Fraklandi (Mynd: FRH)

2026-07-16 11:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku U20-menninir, sum í hesum døgum eru í EM-kapping í Rumenia, hava tryggjað sær luttøku til komandi HM-kapping.

Tað hendi eftir eitt framúr avrik í øðrum hálvleiki móti Ísrael í dag.

Dysturin endaði 33-31 til Føroyar eftir at Ísrael hevði verið á odda tað mesta av dystinum. Men við einum frálíkum endaspurti og sannførandi spælið út á seinna hálvleik fingu føroysku menninir vent dystinum.

Lýðar í Dímun var stóri spælarin hjá Føroyum við átta málum uppá níggju skot. Føroyski toppskjúttin spældi eisini fralíka væl í verjuni.

Ingi Johannesen hevði eisini nógvar týðandi bjargingar í 2. hálvleiki - serliga uppá brotsskast og vongskot.

Sí fleiri hagtøl her

Føroyar hava við sigrinum tryggja sær eina plasering millum nummar 9 og 12 í, og hetta gevur automatiskt luttøku til HM-kappingina fyri U21-landslið næsta ár.

Hetta verður fjórða árið á rað, at 06- og 07-árgangirnir skulu spæla endaspæl fjórða árið á rað. Í morgin er spennandi avbjóðing móti á skránni - mest sannlíkt móti Noreg.

Meira um dystin seinni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder