1-1 eftir heimadystin, har 2. hálvleikur ikki var nøktandi, og Hamrun Spartans javnaði. Síðani niður til umleið 30 hitastig og slavna luft, til eitt land har einki føroyskt lið hevur vunnið áður.
Og NSÍ hevði ikki spælt seg víðari í evropeiskari uppgerð við tveimum dystum fyrr.
Nógv odds vóru ímóti oddaliðnum í Meistaradeildini, men mál frá Michal Przybylski og Peturi Knudsen - tað seinna eftir umstrídd og margháttiligt brotsspark í 94. minutti - saman við megnaravriki, sendi NSÍ víðari í Conference League.
Sí eisini: NSÍ søguligan sigur á Malta eftir margháttiligt brotsspark í 94. minutti
Hetta merkir, at NSÍ skal spæla 23. og 30. juli. Hetta móti FC Koper, sum endaði á 2. plássi í bestu slovensku deildini síðsta kappingarár. Liðið kemur inn í kappingina nú, og skal til Klaksvíkar í næstu viku.
Síðani gongur leiðin hjá NSÍ, møguliga við Meinhardi Egilsson Olsen, til Slovenia.
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2
---------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper
Seinni dysturin, hósdagin 30. juli
FC Koper - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald