Fótbóltur

U15: 18 spælarar úttiknir til kapping í Malmø

Í døgunum 30. juli til 4. august fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Malmø í Svøríki, har ein altjóða venjingarkapping, nevnd Invitational Cup, er á skránni..

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2026-07-17 07:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum hevur úttikið 18 spælarar til kappingina.

Í fyrsta umfari skal U15-landsliðið royna seg ímóti feløgum úr Danmark, Svøríki og Noregi. Á skránni eru dystir móti danska B93, svensku feløgunum IF Brommapojkarna og Helsingborgs IF, umframt norska Fredrikstad FK.

Harafturat eru lið úr Finnlandi, Kekkia og Lettlandi eisini við í kappingini, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Áðrenn fráferð til Malmø eru tríggir dystir móti føroyskum liðum á skránni. Týsdagin 21. juli á Tórsvølli ímóti HB, fríggjadagin 24. juli við Løkin í Runavík ímóti NSÍ, og mánadagin 27. juli á Tórsvølli ímóti KÍ.

Dystaskráin í Malmø sær soleiðis út:

  • 31. juli B93 – Føroyar (kl. 16:00 / Hyllie IP pitch 1)
  • 31. juli Føroyar – IF Brommapojkarna (kl. 19:00 / Hyllie IP Pitch 1)
  • 1. aug. Føroyar – Helsingborgs IF (kl. 12:00 / Hyllie IP Pitch 1)
  • 1. aug. Føroyar – Fredrikstad FK (kl. 16:00 / Hyllie IP Pitch 3)
  • 2. aug. Play-Off dystir
  • 3. aug. Play-Off dystir

Teir 18, sum eru úttiknir til kappingina, eru:

  • Fríði Høgnesen, B36
  • Hjalti Rógvason, B36
  • Bjarti á Borg Laksáfoss, B36
  • Josef Caabay Nattestad, 07 Vestur
  • Samuel Larsen, EB/Streymur
  • Jónas Thorsteinson, FC Suðuroy
  • Markus Trier Simonsen, HB
  • Kristjan Róksson, HB
  • Filip Vanegas Poulsen, HB
  • Artur Lyngvej, HB
  • Baldur Bartalsson, HB
  • Hákun Arnholdsson, KÍ
  • Rókur Sjóstein, KÍ
  • Jónfinnur Zachariassen, KÍ
  • Ari Á. Weihe, NSÍ
  • Brandur Poulsen, Skála
  • Andrias Gøthe Áslakksson, Víkingur
  • Alexandur Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder