Lat tað verða sagt beinanvegin: NSÍ-avrikið á Malta var sterkt, og oddaliðið í Meistaradeildini stóð seg í truplu umstøðunum móti liði, sum var í deildarspæli í fjør.
Michal Przybylski skoraði til 1-0 stutt fyri steðgin, og NSÍ var ongantíð á veg úr Conference League. Tað var 1-1 í yvirtíðini, tá margháttiligan støðan kom, har teir hjá Hamrun Spartans hildu, at teir áttu málsspark, men brotsspark heldur varð dømt fyri hond.
Útfrá myndunum sær eisini út til at vera greitt, at bólturin var uttanfyri, tá Tobias Hestad hevði runnið hann upp. Sí hendingina og les meira her unndir myndini.
![]()
Sí eisini: Margháttliga og avgerandi brotssparkið hjá NSÍ á Malta
NSÍ nýtir heldur rundari vendingar í sínari frásøgn:
- Hestad helt tó fram at elta bóltin og gjørdi eina glíðandi roynd at halda honum inni á vøllinum. Tað var ein trupul støða at meta um, og tað sá út til, at bólturin møguliga var farin út um baklinjuna. Bólturin endaði síðani hjá einum verjuleikara hjá Hamrun, sum spældi hann víðari til liðskiparan. Liðskiparin tyktist halda, at málspark var dømt, og tók tí bóltin upp við hondunum.
Linjuverin hevur tó helst ikki verið í nóg góðari søðu at meta væl um, og ei heldur dómarin í miðjuni, og einki VAR er í fyrsta umfari. Og NSÍ: Teir gjørdu bara sítt
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2
Les eisini: NSÍ søguligan sigur á Malta eftir magháttligt brotsspark í 94. minutti
Noyddust at bíða leingi
Dømingin var umstrídd, og bæði leikarar, venjaratoymið og áskoðarar hjá heimaliðnum gjørdu sum vera man vart við sína ónøgd. Og tað gekk ikki friðarliga fyri seg, sambært teimum á staðnum: Ting vórðu kastaði inn á vøllin, vaktirnir sluppu veruliga til arbeiðis, og kort vóru givin.
- Eftir dystin vóru áskoðarar, leikarar og venjaratoymið hjá heimaliðnum á gosi. Øll mettu, at dómarin skuldi havt dømt málspark til Hamrun, áðrenn hann dømdi straffi til NSÍ. Áskoðarnir kastu ymiskt út á vøllin, og vaktirnir høvdu nokk at gera við at halda øllum leikarum og venjaratoyminum hjá Hamrun í einari tryggari frástøðu frá dómaratoyminum. Dómarin man tó hava hoyrt ymiskt, tí reyða kortið bleiv brúkt nakrar ferðir aftaná dystarlok.
Tað var heldur ikki bara, bara hjá NSÍ'arunum at koma av leikvøllinum. Tey noyddust at bíða, tá áskoðarar hjá Hamrun Spartans nýttu sína frustratión til at standa kring bussin hjá føroyingunum.
- Leikarar, venjaratoymið og áskoðarar hjá NSÍ máttu bíða á leikvøllinum aftaná dystarlok, tí heimaáskoðarar høvdu umringað bussin, ið NSÍ brúkti at ferðast við. Eyka løgreglufólk blivu kallaði til staðið, og aftaná ein góðan tíma fekk alt ferðalagið frið at fara í bussin og koyra til hotelli.
Alt spældi tó væl av, men á Malta er stór undran og ónøgd um dømingina. Tey hjá NSÍ: Tey fara heim í ógvuliga góðum lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald