2026-07-17 17:36
Í døgunum 18. til 26. august luttekur føroyska U15-landsliðið við gentum í Baltic Cup í Litava, og venjaratoymið við Jákupi Mortensen á odda og hjálparvenjaranum, Báru Skaale Klakstein, hevur úttikið 18 spælarar.
Føroyar spæla móti Estlandi 20. august, móti Lettlandi 22. august, og móti Litava 25. august.
Allir dystirnir hjá føroyska liðnum verða spældir á Birstonas Sport Center Stadium, sum liggur í býnum Birštonas.
Tær 18, sum eru úttiknar til kappingina, eru:
- Amalia Høgnadóttir, 07 Vestur
- Emma Sigtórsdóttir Petersen, 07 Vestur
- Inga Josefina Selfoss, 07 Vestur
- Ruth Jógvansdóttir Gardar, 07 Vestur
- Heiðrun Leo Vang, B36
- Jóhanna Rúnadóttur Hvannastein, B36
- Katrin Daniella Sunnleifsdóttir Olsen, B36
- Maria Jacobsen, B36
- Davia Hilda Oskarsdóttir, B71
- Jastrid P. Simonsen, HB
- Vióla Levisdóttir Hanssen, HB
- Eleonora Emilie Ánike Lambaa, ÍF
- Emma Feilberg, ÍF
- Gunhild Arge Joensen, KÍ
- Ida Müller, KÍ
- Rebekka Skoradal, Skála ÍF
- Anna Sofía Leivsdóttir, Víkingur
- Karin Hentze, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald