Annað

Myndir: Osla og Maria Teresa vunnu sínar dystir

Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis luttaka um vikuskiftið í EM-undankapping í sandflogbólti í Andorra og fyrsti dagurin gekk væl.

(Mynd: FBF)

(Mynd: FBF)

2026-07-17 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag og í morgin luttaka Osla Johannesen og Maria Teresa Vitalis í U20 EM undankapping í Andorra. Her spæla tær fyri at vinna seg í sjálva EM kappingina, sum verður í 2027.

Lagt var fyri í morgun tá tær vunnu 2-0 móti Norðurírlandi, og síðani seinni eisini 2-0 móti Skotlandi.

Seinnapartin varð spælt móti Andorra og tann dysturin endaði eisini 2-0 til Føroyar.

Leygardagin klokkan 8 verður spælt ímóti Íslandi og seinnapartin eru so hálvfinalur, finala og plaseringsdystir.

Nr. 1 og nr. 2 í kappingini spæla seg víðari til EM endaspælið, sum verður seint næsta summar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder