Annað

Martin og Ábraham heiðraðir

Klaksvíkar kommuna heiðraði Martin Johannesen og Ábraham Bjarnason, sum eru komnir aftur úr Danmark við fullari úrtøku á FrameRunning Camp & Cup.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-07-17 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Martin Johannesen og Ábraham Bjarnason vóru í dag heiðraðir fyri framúr avrikið á FrameRunning Camp & Cup í Bagsværd.

Hetta var á rennibreytini við Másheyg. Fleiri vóru komin saman til løtuna og Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini helt røðu.

Bæði Ábraham Bjarnason og Martin Johannessen vunnu gull á 200 metrum. Ábraham setti samstundis nýtt persónligt met.

Ábraham vann sostatt gull á 200, 400 og 800 metrum, meðan Martin vann gull á 200 og 400 metrum.

Fimm gullheiðursmerki í fimm kappingum.

Les eisini: Full úrtøka til Martin og Ábraham

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder