Fótbóltur

Odmar Færø er komin til Keypmannahavnar - skal til fleiri kanningar mánadagin

Á Ríkissjúkrahúsinum skal støða takast til, hvat hendir víðari, men mest sannlíkt verður sterki miðverjin skurðviðgjørdur í Danmark. Odmar Færø verður stórur missur hjá KÍ móti Kauno Zalgiris, tá spælt veðrur um deildarspæl týsdagin og ólavsøkudag.

Odmar Færø hevur havt risastóran týdning fyri KÍ seianstu árini. Hann skal til kanning í Keypmannahavn í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø hevur havt risastóran týdning fyri KÍ seianstu árini. Hann skal til kanning í Keypmannahavn í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-19 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein ordans stoyt, Odmar Færø fekk í andlitið, tá ein spælari hjá Atert Bissen - av óvart men ófantaliga - skallaði roynda føroyska miðverjan í luftnærdysti. Hetta var seint í Champions League-dystinum í Luksemborg mikudagin

Blóð sást frá staði, har tað sjálvdan sæst: Beint undir eyganum. Víkingurin í verjuni sá heldur viðtiking út, og tað gjørdist skjótt greitt, at Odmar noyddist av vølli. 

36-ára gamli KÍ'arin fór á sjúkrahús, og hósdagin varð staðfest, at hann hevur fimm brot í andlitinum: 

- CT kanningin vísti fimm brot: Trý kring eyga, eitt í kjálkanum og so eitt í sinus partinum av nøsini. Enn veit eg ikki um eg skal skurðviðgerast her men skal sum nú er til spesialist mánadagin, greiddi Odmar Portalinum frá hósdagin.

Sí eisini: Odmar Færø kom ikki við til Føroya - hevur fimm brot í andlitinum

Tá var óvist, hvar viðgerðin skuldi fara fram, men fríggjadagin sluppu Odmar Færø og Sylvan Jakobsen, liðleiðari hjá KÍ úr Luksemborg.

Teir koyrdu longu leiðina til Keypmannahavn í leigubili - vegna brotini fær landsliðsmiðverjin ikki ferðast við flogfari.

Vit hava fingið upplýst, at teir komu uppá pláss í gjár, og at Odmar Færø hevur tíð hjá spesialisti á Ríkissjúkrahúsinum í morgin, mánadagin.

Mest sannlíkt endar tað við skurðviðgerð skjótt, og tað fer at ganga ein tíð, til havnarmaðurin fær spælt aftur.

Hann er mest royndi føroyingurin í evropeiskum dystum fyri feløg og verður avgjørt ein missur fyri KÍ í 2. umfari í Champions League, har liðið kann tryggja sær at koma í eitt deildarspæl. KÍ spælir við trimum miðverjum, við Odmari sum einum vanliga tryggum skanska.

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)

Seinni dysturin, mikudagin 29. juli 
17.00: Kauno Zalgiris - 

Les meira: Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder