HM er av, summasteðgur er í føroysku kappingini, men aftur hesa vikuna hava trý føroysk feløg spennandi evropeiskar uppgávur á skránni
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB
FM1 sigur frá dystunum í Føroyum, og Portalurin fylgir eisini gongdini tætt við greinum, myndum og øðrum
Av tí at KÍ vann greipuna, og HB endaði nummar tvey í landskappingini í fjør, kemur HB inn í Conference League í 2. umfari - sum eitt slag av føroyskum avloysara fyri Víking. HB hevur stóra uppgávu móti skotska Motherwell, har byrjað verður á útivølli hósdagin klokkan 19.45. Hópurin fer av landinum í dag.
KÍ og NSÍ byrja, eins og í 1. umfari, á heimavølli. Har er ógvuliga týðandi at fáa gott útgangsstig við til útidystir, nú mótstøðan eisini harðnar.
![]()
Petur Knudsen og NSÍ komu víðari á dramatiskan hátt í 1. umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Stór móttøka fyri søta sigurin á Malta
Champions League-fótbóltur er við Djúpumýru í morgin og Conference League-fótbóltur hóskvøldið. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45.
Hjá KÍ er eitt pláss í deildarspæli uppá spæl hetta umfari. Tí um tað eydnast at vinna samanlagt á litaviska meistaraliðnum, skal KÍ í minsta lagi spæla deildarspæl í Conference League.
Les eisini: Aftur Champions League-fótbóltur í Klaksvík týskvøldið
Dagurin í dag verður eisini relevantur fyri í øllum førum KÍ, tí lutakast er til 3. umfar í Champions League (klokkan 11), Europa League (klokkan 12) og Conference League (klokkan 13).
Greipuvinnararnir skulu spæla í 3. umfari í Champions League, um teir vinna á Kauno Zalgiris og í Europa League, um tað endar við samanlagdum tapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald