Lutakastið til 3. umfar í Conference League var fyri løtu síðani.
Har gjørdist millum annað greitt, hvørjum NSÍ og HB skulu spæla ímóti, um føroysku liðini í 2. umfari koma víðari.
![]()
Myndir. UEFA
Bæði føroysku feløgini hava truplar uppgávur í hesari og næstu viku, serliga HB. Um tað eydnast at spæla seg víðari, so verða mest sannlíkt eisini truplar uppgávur; tó ikki eins trupul hjá HB.
HJK er stórfavorittur móti norðurísku mótstøðuni, men NSÍ var í fjør longda leiktíð frá at koma víðari móti finska høvuðsstaðarfelagnum. Tað endaði 4-0 í dystinum í Føroyum.
Um NSÍ sleppur framvið slovensku silvurvinnarunum, verður mest sannlíkt sveisiskt mótstøðulið: Lugano er stórfavorittur móti mótstøðuni úr Kosovo.
Her er talan um 3. umfar. NSÍ og HB spæla fyrru dystirnar í 2. umfari hósdagin.
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB
Sí eisini: KÍ leggur fyri týsdagin - NSÍ og HB spæla hóskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald