Tað eru litavisku meistararnir móti føroysku meistarunum í 2. umfari í Champions League, og hetta er ikki fyrstu ferð, at KÍ skal spæla móti liði úr Litava.
Í 2018 var Zalgiris Vilnius, sum seinni hevur spælt í Champions League nakrar ferðir, á skránni. Talan var um Europa League. Litaviska liðið vann 2-1 í fyrra dystinum í Gundadali við máli í yvirtíðini, og kom eisini skjótt á odda á heimavølli. Men í 65. minutti sló Ronni Møller-Iversen, og so var KÍ ikki so langt frá longdari leiktíð.
![]()
Glaðir KÍ-fjepparar eftir flotta málið hjá Ronni Møller-Iversen í Vilnius
Tað endaði 1-1 í 2019. Ein tá 20-ára gamal Jákup B. Andreasen spældi væl í Vilnius og skoraði á sama leikvølli árið eftir - núverandi KÍ-liðformaðurin er ógvuliga ivasamur til dystin í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)
Tað endaði tó samanlagt 3-2 til Zalgiris, men í 2019 bragdaði hjá KÍ móti litaviskari mótstøðu.
Tá var Riterai á skránni. Jákup Biskopstø Andreasen skoraði eftir upplegg frá Jóannes Bjartalíð í fyrra dystinum, sum var í Vilnius. Tað endaði 1-1, og harvið kundi KÍ vinna seg víðari við málleysum javnleiki á Svangaskarði, tí tað var regulin um útivallarmál galdandi.
Tað endaði eisini 0-0, og harvið hevði KÍ fyri fyrstu ferð spælt seg víðari tvær ferðir sama ár.
![]()
![]()
KÍ, sum seinni sama ár vann fyrsta FM-heiti í 20 ár, kundi fegnast um 0-0 dystin móti Riterai (Myndir: Sverri Egholm)
Nú skal KÍ royna at vinna seg víðari fyri aðru ferð hetta árið. Um tað eydnast, so skal liðið spæla eitt deildarspæl (tað sum fyrr var bólkaspæl) í heyst/vetur - "í minsta lagi" Conference League.
Fyrsta fetið skal takast á heimavølli. Hesaferð er Zalgiris úr Kaunas á skránni - ikki tað sama, sum Zalgiris VIlnius í 2018. Meistaraliðið í Litava í fjør er eisini oddalið í løtuni. Tann kappingin koyrir.
Sí eisini: Áskoðarafjøldin við Djúpumýru lyftir okkum tað seinasta
Tøl: Faroesoccer
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
FM1 hevur beinleiðis frásøgn í kvøld, livescore er ovast á Portalinum, og vit hava eisini nógv tilfar úr Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald