Nógv er uppá spæl, tá KÍ í kvøld tekur ímóti Kauno Zalgiris.
Meistaraliðini úr Føroyum og úr Litava stríðast fyri at vinna seg í 3. umfar í Champions League og harvið eisini tryggjað eitt evrorpeiskt deildarspæl í heyst og í vetur.
Lagt er upp til, at tað verður javnt, eins og áður KÍ hevur roynt seg móti liðum úr Litava.
Les eisini: Triðju ferð at KÍ spælir móti liði úr Litava
Fyri KÍ er tað stórur smeitur, at Odmar Færø er uttanfyri vegna ógvuliga stoytin sterki miðverjin fekk í høvduð í Luksemborg. Liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen er framvegis sera ivasamur vegna ryggin, og René Shaki Joensen er ikki til reiðar enn. Sebastian John og Patrik Johannesen eru langtíðarskaddir
Sí eisini: Odmar Færø til fleiri kanningar í Keypmanahavn
Trygvi Absalonsen og Jóan Pauli Jacobsen siga frá dystinum á FM1, og byrjað verður stutt fyri klokkan 19.45. Til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum, og hava vit ymiskt tilfar úr Klaksvík í kvøld.
Til ber at lurta her ella á frekvensunum kring landið
Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - Kauno Zalgiris (LIT)
FM1 hevur beinleiðis frásøgn í kvøld, livescore er ovast á Portalinum, og vit hava eisini nógv tilfar úr Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald