Í kvøld spældi Áki Samuelsen í Champions League á fyrsta sinni, síðani hann sum 17-ára gamal kom inn fyri HB móti Inter Club D'Escaldes.
Nú, fimm ár seinni, ger Áki Samuelsen bart í Svøríki. Í fyrsta dystinum hjá Mjällby í Champions League yvirhøvur var 22-ára gamli føroyingurin stóri maðurin í álopspartinum hjá svensku meistarunum.
Áki skoraði til 1-0 í 18. minutti og 2-0 í 24. minutti og var ein støðug hóttan móti gestunum av Gibraltar.
Tað varð 3-0 undan steðginum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk Mjällby brotsspark.
Tað skuldi Áki Samuelsen, men tíverri brendi føroyingurin. Harvið ikki hattrikk men flott avrik hjá vinstra vonginum.
![]()
Mynd: Mjällby AIF
Áki spældi 90 minuttir, meðan Martin Agnarsson ikki kom á vøllin. Vinstri vongverjin noyðist at bíða við sínum fyrsta Champions League-dysti; kanska verður tað í næstu viku, tá Lincoln Red Imps tekur ímóti á Gibraltar. Hetta var mótstøðuliðið hjá Víkingi í 1. umfari í fjør.
Við útgangsstøðinum hevur Mjällby meira enn eitt fet í 3. umfari í Champions League - og í einum deildarspæli í onkrari evropeiskari kapping. Iberia Tbilisi ella Slovan Bratislavan bíða vinnaranum av hesari uppgerðini í 3. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald