Fótbóltur

Mansour Sinyan gjørdi vart við seg í fyrsta dystinum fyri KÍ

Norski miðvallarin er leigaður úr KFUM Oslo, sum spælir í bestu norsku deildini og kom til landið síðsta vikuskifti. Sinyan var nær við at avgerða Champions League-dystin við Djúpumýru.

Sinyan spældi seg skjótt heitan og vísti dygdir við og uttan bólt - og í mun til tempo. Her er góð skotstøða nýggjast útlendska spælaranum hjá KÍ, sum er komin til felagið vegna skaðar og tøttu dystarskránna, sum er í væntu (Mynd: Sverri Egholm)

Sinyan spældi seg skjótt heitan og vísti dygdir við og uttan bólt - og í mun til tempo. Her er góð skotstøða nýggjast útlendska spælaranum hjá KÍ, sum er komin til felagið vegna skaðar og tøttu dystarskránna, sum er í væntu (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-22 08:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ár við skaðum og lítlari spælitíð, síðani tvær venjingar við nýggja liðnum í nýggjum landi og so inn á vøllin í mest týðandi dystinum hjá felagnum í ár.

Mansour Sinyan fekk seg royndan í gjár, tá hann spældi fyrsta dystin móti KÍ. Norðmaðurin kom inn mitt á miðjuna móti Kauno Zalgiris í 70. minutti í ógvuliga týdningarmikla dystinum, sum endaði málleysutr

Champions League 2. umfar
Fyrri dysturin, týsdagin 21. juli við Djúpumýru
KÍ - Kauno Zalgiris 0-0

Meira um dystin her

Sí eisini: Nú skal KÍ vinna í Litava

Liðini spæla í Kaunas-økinum ólavsøkudag, 29. juli klokkan 17

Nýggi maðurin hjá KÍ var nær við at missa bóltin beinanvegin á egnari hálvu, so gestirnir fingu góða støða. Men Sinyan spældi seg skjótt heitan og vísti dygdir við og uttan bólt - og í mun til tempo.

Hann var eisini nær við at avgerða hendan fyrra dystin millum meistaraliðini úr Føroyum úr Litava. Málverjin hjá Zalgiris vardi tó fyri nasku royndini í 74. minutti, og nærum beint aftaná varð eitt annað skot hjá nummar 4 blokerað.

[object Object]
Mansour Sinyan kundi verið stóra hetjan, eftir at hann kom inn á miðvøllin (Mynd: Sverri Egholm)

Tjúgu minuttir er ikki sp nógv at meta um, men sum heild sær hetta út til at vera ein leikari, sum kann styrkja um KÍ-liðið; serliga tá nógvir og títtir koma seint í summar og kanska út á heysti eisini. Greipuvinnararnir skulu spæla minst fimm evropeiskar dystir afturat, og landskappingin byrjar aftur í næstu viku.

Tað er eisini tí, at KÍ hevur leigað Mansour Sinyan úr KFUM Oslo. Hann er nóg góður at vera í einum hópi hjá liði í bestu norsku deildini, men slapp ikki veruliga framat spælitíð í ár. Magnus Powell kennir spælararan úr tíðini saman í Ostersunds í næsbestu svensku deildini, har sentrali miðvallarin eisini hevur spælt mest.

Sinyan er føddur og uppvaksin í Oslo við røtrum úr Gambia.

Talan er um 10. útlendska spælaran, sum hevur spælt fyri KÍ í ár. Tað er eitt høgt tal.

Avgerðin um at styrkja hópin í summar varð tikin, tí nakrir skaðar eru hjá lyklaspælarum - serliga kring miðvøllin - og tøtt dystarskrá bíðar: Patrik Johannesen er úti alt árið, René Shaki Joensen er ikki komin aftur enn, Jákup Biskopstø Andreasen hevur ryggtrupulleikar, Hallur Hansson fær mest sannlíkt ikki spælt tveir dystir um vikuna yvir longri tíð, og Deni Pavlovic noyðist javnan aftur í miðverjuna - serliga nú Odmar Færø er skaddur.

Harumframt verður avgerandi dysturin í Litava á ólavsøku mest sannlíkt seinasti dystur hjá Hampus Wannstrøm. Sáttmálin hjá svianum gongur út nú í endanum av juli. Ístaðin er enn ein útlendskur spælari komin til KÍ - ein sum mest sannlíkt fer at gera størri mun, nú stórir dystir bíða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder