30. november í 2023 spældi KÍ seinasta heimadystin í Conference League-bólkaspælinum. Mads Boe Mikkelsen legði KÍ á odda tíðliga í dystinum, men Slovan Bratislava vann 2-1 á Tórsvølli.
Síðani hevur KÍ spælt níggju evropeiskar heimadystir - fýra í 2024, tríggjar í 2025 og higartil tveir í 2026. Í hesum eru teir kongabláu ósigraðir: Sjey sigrar og tríggir javnleikir.
Úrslitið við Djúpumýru í gjárkvøldið var tó ikki meira enn næstbest. Eftir fýra evropeiskar heimasigrar á rað, spældi KÍ málleysan javnleik í fyrra dystinum í ógvuliga týðandi 2. umfarinum í Champions League.
Les eisini: Nú skal KÍ vinna í Litava
Gilli Rólantsson Sørensen: Sindur bob-bob ikki at skora á heimavølli (Video)
Ein samanlagdur sigur sendur føroyameistararnir í 3. umfar og tryggjar eisini eitt evropeiskt deildarspæl í heyst og vetur - "í minsta lagi" í Conference League.
Nú skal arbeiðið av álvara fremjast væl á útivølli. Tað eydnaðist eftir sama útgangsstøði í 1. umfari og 2. umfari í Champions League 2023 - móti ávikavist Ferencvaros og Häcken. So er spurningurin, um 0-0 eftir heimadystin verður nóg mikið hjá føroyameistarunum hesaferð í lagnudystinum.
![]()
0-0 heima móti Häcken, 3-3 eftir longda leiktíð í Göteborg og síðani sigur í brotssparkskappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Seinastu tíggju evropeisku heimadystirnir hjá KÍ:
2026 - Champions League
KÍ - Kauno Zalgiris (Litava) 0-0
KÍ - Atert Bissen (Luksemborg) 2-1
2025 - Conference League
KÍ - Neman Grodno (Hvítarussland) 2-0 *
KÍ - Radnicki (Serbia) 1-0
KÍ - SJK Seinajoki (Finnland) 2-0
2024
Conference League: KÍ - HJK Helsinki (Finnland) 2-2 *
Europa League: KÍ - Borac Banja Luka (Bosnia) 2-1 *
Champions League
KÍ -Malmö FF (Svøríki) 3-2
KÍ - Differdange (Luksemborg) 2-0
2023 - Conference League
KÍ - Slovan Bratislava 1-2 *
* Á Tórsvølli - restin av dystunum eru spældir við Djúpumýru
Síðani skal man taka níggju dystir afturat aftur fyri at finna næstseinasta evropeiska ósigurin á heimavølli hjá KÍ: RFS í 2021. Í fyrsta evropeiska heimadystinum við Djúpumýru tapti KÍ 4-2 eftir longda leiktíð, og er tað einasta tapið hjá felagnum higartil í Klaksvík í slíkum dystum.
Harvið bert tvey tap seinastu 19 heimadystirnar hjá KÍ, og sum heild er longri ímillum heimatapini hjá føroysku liðunum: Tveir sigrar og tveir javnleikir í fýra dystum higartil í ár, og bert eitt tap í sjey dystum í 2025.
Í morgin, hósdagin 23. juli, spælir NSÍ fyrra dystin í 2. umfari í Conference League. Hetta í Klaksvík. FM1 sigur frá dystinum, og Portalurin fylgir gongdini. KÍ spælir útidystin í 2. umfari í Champions League um eina viku.
--------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Sí eisini: NSÍ spælir søguligan dyst móti slovensku silvurvinnarunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald