Fótbóltur

- Vit eru ikki bara farnir til Skotlands fyri at leggja okkum

Jákup Thomsen staðfestir, at HB skal royna at fara eftir minst javnleiki í fyrra Conference League-dystinum. Motherwell - HB byrjar klokkan 19.45 og kann stroymast fyri gjald á Solidsport. Portalurin fylgir gongdini.

Jákup Thomsen skoraði málið í javnleikinum móti Brøndby í fjør á sama staði í kappingini, og staðfestir at talan kann verða um líknandi dystir (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Thomsen skoraði málið í javnleikinum móti Brøndby í fjør á sama staði í kappingini, og staðfestir at talan kann verða um líknandi dystir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-23 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eitt úrslit er ikki bara at fara niður og tapa við einum ella tveimum,. og so kann man kanska gera okkurt í Føroyum. Nei, vit vilja koma aftur við onkrum ordiliga brúkbærum. Tað vil siga í minsta lagi ein javnleik. Um vit enntá megna at vinna, hevði tað verið optimalt.

Soleiðis segði Jákup Thomsen, tá Portalurin og FM1 fingu orðið á HB-áleyparin áðrenn frá ferð til Skotlands.

Har spælir HB klokkan 19.45 í kvøld fyrra Conference League-dystin móti Motherwell. Jákup Thomsen skoraði málið í javnleikinum móti Brøndby í fjør, og staðfestir at talan kann verða um líknandi dystir. Hugburðurin skal í øllum vera har, at tað ber til.

Hoyr alla samrøðuna við Jákup Thomsen her

Sí eisini: HB'arnir hava gjørt seg til reiðar í Skotlandi

------------------------------------------------------

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum

Dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á solidsport.com

Sí eisini: Vit spælarar kunnu bert hava ávirkan á vøllinum og hugsavna okkum ikki um annað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder