Jürgen Klopp er nú útnevndur til landsvenjara í heimlandinum, Týsklandi. Hesum boðaði týska fótbóltssambandið, DFB, frá á tíðindafundi í dag.
Fyrrverandi Liverpool-venjarin hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við HM-kappingina í 2030, verður sagt.
Forsetin í týska fótbóltssambandinum, Bernd Neuendorf, fegnast stórliga um avtaluna og leggur dent á, at Týsklandi hevur fingið fatur á persóninum, sum tey allarhelst vildu hava til venjara.
- Vit hava gjørt alt fyri at fáa ham, tí hann er og var tann besti, sum var tøkur, segði Neuendorf á tíðindafundinum, sambært Bild.
Søgurnar um, at Klopp fór at gerast týskur landsliðsvenjari hava gingið í skjótt ein mánaða, síðan týska landsliðið varð varpað úr HM-kappingini eftir ósigurin á Paraguai í 1/16-finalunum.
Hetta er fyrsta landsliðsvenjarastarvið hjá 59 ára gamla Jürgen Klopp. Umframt tey níggju árini hann ráddi fyri borgum í Liverpool, hevur hann verið venjari hjá Dortmund og Mainz og eisini arbeitt sum ungdómsvenjari í Eintracht Frankfurt.
Hesi tvey árini síðan hann gavst í Liverpool, hevur Klopp eitt nú havt eitt starv sum ítróttastjóri hjá Red Bull-samtakinum.
Nú vendir hann aftur til síðulinjuna, hesaferð sum týskur landsliðsvenjari. Fyrsti týðandi dysturin hjá Týsklandi við Klopp sum venjara verður dysturin í Nations League 24. september móti Niðurlondum á útivølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald