Fótbóltur

Eyðun Samuelsen og Jákup Ósa í Fótbóltsskýlinum

Áki Samuelsen hevur gjørt vart við seg í Champions League hesa vikuna og hugt verður eisini eftir avrikunum hjá HB, NSÍ og KÍ. Sendingin byrjar klokkan 17.15 við Trygva Absalonsen sum verti.

Eyðun Samuelsen og Áki Samuelsen eftir ein HB-sigur í steypakappingini í 2024. Nú ger Áki Samuelsen vart við seg í Svøríki - og í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Samuelsen og Áki Samuelsen eftir ein HB-sigur í steypakappingini í 2024. Nú ger Áki Samuelsen vart við seg í Svøríki - og í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-24 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Enn ein evropeisk vika er av, og nú nærkast av álvara til Meistaradeildin byrjar aftur eftir summarsteðg: Hetta við dysti millum B36 og AB ólavsøkuaftan.

Í Fótbóltsskýlinum í dag fer Trygvi Absalonsen at taka samanum dystirnar hjá KÍ, NSÍ og HB hesa vikuna. Hetta serliga saman við Jákup Ósa, fótbóltstíðindamanni fyri bolt.fo og Norðlýsið, sum fylgir væl við evropeisku gongdini.

Sí eisini: Málleys føroysk vika í Evropa

Eyðun Samuelsen vitjar eisini sendingina. Hann fylgir eisini við, kanska serliga í HB, og eigur hann ein son, sum hevur skorað tvey Champions League-mál hesa vikuna: Áki Samuelsen skoraði tvey tey fyrstu málini fyri Mjällby AIF í Champions League.

Video: Áki Samuelsen við flottum og søguligum málum 

Fótbóltsskýlið byrjar eftir tíðindini klokkan 17 - umleið klokkan 17.15

Lurta eftir FM1 her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder