Skuldi føroyameistaraliðið úr Klaksvík vunnið samanlagt, hevur liðið tryggjað sær í minsta lagi deildarspæl í Conference League.
Skuldi KÍ tapt, fær liðið aðrar møguleikar at tryggja sær deildarspæl. Fyrsti møguleikin er at vinna 3. umfar í Evropa League. Har bíðar taparin av dystinum millum danska meistaraliðið í Århus, AGF, og pólska liðið Lech Poznan. Tað tykist rímiliga vist, at um KÍ tapur ímóti Kaunas Zalgiris, so verður tað AGF sum skal møta KÍ, tí teir taptu 4-1 á heimavølli fyri pólsku mótstøðuni. Seinni dysturin millum hesi bæði møguligu mótstøðuliðini hjá KÍ í Evropa League verður eisini ólavsøkudag.
Tí stendur meir enn bara milliónir uppá spæl - nevniliga ein gyltur møguleiki til at tryggja sær at uppliva enn eitt evropeiskt ævintýr.
Les eisini: - KÍ ósigrað seinastu níggju evropeisku heimadystirnar
Kauno Zalgiris er litaviskt meistaralið og KÍ er føroyskt meistaralið. Í báðum legum verður lagt upp til, at talan er um serliga týdningarmikla uppgerð.
Dysturin millum Kaunas Zalgiris og KÍ byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð, ólavsøkudag, 29. juli.
KÍ hevur í dag lagt myndir út frá ferðini, sum nú er sjósett. Tær kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald