- Støðan er góð. Vit eru nakrir, sum eru slopnir av við nakrar smáskaðar, og EM er nakað, vit hava glett okkum nógv til.
Hetta staðfesti Boas Ellefsen á Skipagøtu undan dagsins venjing - ti seinastu undan fráferð til Serbia
![]()
Har skulu føroysku U18-menninir í minsta lagi royna at enda i topp-15 av teimum 24 liðunum. Hetta fyri at tryggja HM-pláss til næsta ár fyri U19-landslið.
Men hvør veit? Kanska tað verður til meira staðfestir Boas Ellefsen á Skipagøtu.
Tað liggur kanska til familjuna at seta yvirleggjaran høgt, og høgi spælskiparin heldur, at Føroyar skulu vinna á Finnlandi ólavsøkudagin og síðani spæla upp ímóti Spania.
Eysturríki er triðja mótstøðuliðið í bólkinum, har tvey try ovast koma víðari. Ársins spælari i fremstu mansdeildini síðsta kappingarár ætlar at vera millum tey bæði fremstu.
Hoyr samrøðuna ovast
Hópurin
Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, H71
Jákup Arngrímsson Müller, Kyndil
Útileikarar:
Teitur Poulsen Hellisdal, Kyndil
Gilli Reginsson, Neistin
Elias Kamp, Skogn IL (NOR)
Jóan Petur Mortensen, H71
Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ragnar Heinason, H71
Gabriel Nolsøe Petersen, Kyndil
Mortan Eyðunarsson, Neistin
Rani Johannesen, Neistin
Jónas Fossabrúgv, H71
Axel Holm Simonsen, H71
Teitur Bogason, Kyndil
Hugin Halgirsson, H71
Brandur Debes Dánialsson, Kyndil
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 29. juli kl. 13.30 Føroyar – Finnland
Hósdagin 30. juli kl. 18.30 Spania – Føroyar
Leygardagin 1. august kl. 18.30 Eysturríki – Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald