Tveir veteranar á hondbóltsvøllinum eru nú settir til at menna barna- og ungdómshondbóltin á Argjum. Talan er um Kára Nielsen og Birgir Hansen.
Hondbóltsfelagið á Argjum, ÍA, skrivar, at fáir venjarar hava sett so týðilig fingramerki á føroyskan hondbólt sum Kári Nielsen og Birgir Hansen. Fyrrverandi landsliðsvenjararnir hava gjøgnum nógv ár verið við til at menna leikarar, venjarar og feløg í Føroyum, og nú hava teir tikið av avbjóðingini at leggja lunnar undir næsta ættarliðið av leikarum og venjarum í ÍA.
ÍA hevur seinastu árini verið í støðugari menning. Bara seinasta kappingarár vaks talið av kappingarliðum í aldursbólkunum U9-U14 við umleið 60 prosentum.
Kári og Birgir verða eisini høvuðsvenjarar hjá D14, har teir fáa ábyrgdina av at skipa og menna venjingarnar hjá hesum aldursbólki.
Setanin av Kára og Birgiri er ein týðandi liður í langsiktaðu ætlanini hjá ÍA um at leggja sterkar lunnar undir framtíðina, og byggja eitt sterkt og dygdargott hondbóltsumhvørvi á Argjum. Málið er at tryggja, at øll børn og ung í felagnum fáa bestu møguleikar at mennast og trívast – bæði sum hondbóltsspælarar og sum partur av einum sterkum felagsskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald