Fótbóltur

AB og B36 standa fyri ólavsøkubrakinum í Gundadali

Fyrsti dystur eftir summarsteðgin verður spældur ólavsøkuaftan, 28. juli klokkan 19.00. Grannarnir hava valt at flutt dystin, sum annars skuldi verið spældir 9. august.

Eitt gott átak hjá AB og B36, sum skulu stríðast um týðandi stig: Argjamenn fyri at sleppa longur frá niðurflytingarstrikuni og nærri evropeiskum pláss og B36 fyri at fyribils staðfesta 3. plássi og nærkast ovastu liðunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eitt gott átak hjá AB og B36, sum skulu stríðast um týðandi stig: Argjamenn fyri at sleppa longur frá niðurflytingarstrikuni og nærri evropeiskum pláss og B36 fyri at fyribils staðfesta 3. plássi og nærkast ovastu liðunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-27 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður landskappingarfótbóltur í Gundadali á ólavsøku. Hetta hava AB og B36 syrgt fyri.

Meistaradeildin skuldi annars ikki byrja aftur sunnudagin 2. august við 17. umfari, og B36-AB er í 18. umfari. 

Dysturin skuldi upprunaliga spælast 9. august, men liðini hava avrátt at spæla á ólavsøku og gera nógv burturúr. Um veðrið er rímiligt, verða mest sannlíkt ógvuliga nógv fólk savnað í Gundadali.

[object Object]
Mynd: B36 og AB

Eitt gott átak hjá AB og B36, sum skulu stríðast um týðandi stig: Argjamenn fyri at sleppa longur frá niðurflytingarstrikuni og nærri evropeiskum pláss og B36 fyri at fyribils staðfesta 3. plássi og nærkast ovastu liðunum.

Sí støðuna í Meistaradeildini her

Hjá AB er um at byggja á gongdina áðrenn summarstðegin. Tað endaði við einum keðiligum tapi fyri EB/Streymi í seinasta umfarinum, men annars hava uppflytararnir bergtikið nógv og longu vunnu sær 30 stig.

B36 hevði eisini leingi eina flotta gongd og liggur í løtuni til evropeiskt pláss - er ikki í evropeisku kappingunum nú og var heldur ikki í fjør. Men seinastu fimm dystirnir fyri steðgin vóru als ikki góðir, og Jákup á Borg hevur tikið yvir fyri Jákup Martin Joensen.

Hoyr eisini: Jákup á Borg tekur yvir (B36-Varpið)

Ólavsøkudysturin í Meistaradeildini byrjar klokkan 19 í morgin, týsdagin 28. juli. FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder